Avvarðandi eru komin saman til jarðarferðina hjá sjey ára gomlu pólsku gentuni Ameliu Grzesko og mammu hennara, Oksana, sum báðar doyðu í russiska rakettálopinum týsdagin, sum rakti sethús í býnum Ternopil í vestur Ukraina. - Mynd: Yuriy Djachyshyn/Ritzau Scanpix

Talið av deyðum hækkar eftir russiskt rakettálop í Ukraina

Leitingin er liðug í Ternopli, har 33 av 34 ofrum eru eyðmerkt. Millum ofrini eru seks børn.

Avvarðandi eru komin saman til jarðarferðina hjá sjey ára gomlu pólsku gentuni Ameliu Grzesko og mammu hennara, Oksana, sum báðar doyðu í russiska rakettálopinum týsdagin, sum rakti sethús í býnum Ternopil í vestur Ukraina. - Mynd: Yuriy Djachyshyn/Ritzau Scanpix

Talið av deyðum er komið upp á 34 eftir eitt russiskt álop á býin Ternopil har vestur í Ukraina týsdagin.

Tað boðaðu myndugleikarnir í býnum frá sunnudagin, sambært Reuters.

Hetta ger, at rakettálopið á Ternopil er deyðiligasta álopið á sivilfólk í Ukraina higartil í ár.

Tað er eisini eitt tað harðligasta, sum hevur rakt vestur Ukraina, síðani Russland herjaði á landið í februar 2022.

Taras Pastukh, varaleiðari í hernaðarfyrisitingini í Ternopil, sigur, at leitingin er liðug og 33 offur eru eyðmerkt. Teirra millum eru seks børn.

Eitt av ofrunum - hildið verður at vera ein maður - er ikki eyðmerkt enn.

Fleiri enn 90 fólk fingu skaða í álopinum.

Leygardagin upplýsti Valodymyr Zelenskyy, forseti, at seks fólk framvegis vóru saknað.

Eitt video, sum Zelenskyj gav út fyrr í vikuni, vísir, at ovaru hæddirnar í bygninginum eru fullkomiliga oyðilagdar eftir álopið.

Flestu hæddirnar eru burtur, og húsaleivdir liggja bæði inni og kring sjálvan íbúðarbygningin.

Ukrainski herurin hevur áður boðað frá, at rakettin er skotin frá einum russiskum bumbuflogfari.

Ternopil og restin av vestara partinum av Ukraina eru langt frá hermótinum eystanfyri og verða sjáldan rakt av stórum álopum.

/Ritzau/