Talið av deyðum í Ísrael eftir at Hamas tók Ísrael á bóli í gjár er nú farið upp um 500. Beira enn 2000 eru særd.
Tað sigur ensktmælta ísraelska blaðið Time of Israel, sum hevur upplýsingarnar frá ísraelska heilsumálaráðnum.
Millum tey deyðu eru tíggjutals herfólk og løgreglufólk, sum hava verið í bardag ímóti hernaðarligu palestinum.
Fyrr í dag varð boðað frá, at 313 palestinar eru deyðir í Gaza undir ísraelsku mótálopunum. Tað upplýstu myndugleikar á staðnum.
Millum tey deyðu í Gaza eru 20 børn.
Ísraelsk stríðsflogfør halda fram við oyðileggjandi bumbuálopum á Gaza, dagin eftir blóðugua álopið hjá Hamas á Ísrael við fleiri túsund rakettum og við at senda herfólk inn í ísraelskar býur nærindis palestinska økinum.
Fleiri ísraelar eru tiknir til fanga og av palestinskum herfólkum og flutt til Gaza.
Ísrael óttast, at tey verða viðfarin um gíslar í einum kríggi, sum sambært ísraelsku stjórnini kann gerast drúvt.
Enn er ikki yvirlit yvir, hvussu nógv fólk eru førd til Gaza.
Blaðið Haaretz skrivar seinnapartin, at nógvir ísraelar, sum bugva nærindis Gaza, enn eru umringað í heimum sínum og tørva hjálp.
Nú eitt samdøgur er farið er framvegis palistinsk herfólk í ísraelskum býum, har tey eru í hørðum bardøgum við ísraelsk herfólk.
Sambært blaðnum er tað eydnast palestinum at treingja inn í kibbutzina Magen eystan fyri Gaza.
Ísraelski herurin ætlar at fáa øll sivil burtur úr ísraelsku býunum nærindis Gaza.
Vandin fyri, at kríggið fer at breiða seg til aðrar partar av Miðeystri, er vaksandi.
Eitt tekin upp á tað var, tá tann shiamuslimski Hizbollah-militsin í Libanon og Ísrael í morgun skutu eftir hvør øðrum við granatum. Iran stuðlar Hizbollah.
Hizbollað sigur, at tað er gjørt í samhuga við Gaza.
– Søga okkara, vápn okkara og rakettir okkara eru við tykkum. Vit standa saman við tykkum, sigur Hashem Safieddine, sum er høgur í leiðsluni í Hizbollah.
Í Alexandria í Egytalandi eru tvey ísraelsk ferðafólk skotin og dripin av einum løgreglumanni.
Við einum brádligum álopið gjáramorgunin vóru eit hav av rakettum sendar ímóti Gaza móti málum í Ísrael.
5.000 raktettir, segði Hamas, meðan Ísrael heldur, at talan var um helmingin.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði í gjár, at hetta er eitt rættiligt kríggj, sum nú er í gongd. Hann bjóðaði ísraelsku andstøðuni við í eina savningarstjórn.
Ein av stóru spurningunum, sum stana eftir í dag, er hvussu Ísrael kenda og illa gitna fregnartænastan og herurin ikki kundu síggja, at Hamas í longri tíð hevur lagt ætlanir um at senda fleiri túsund rakettir ímóti Ísrael og seta í verk eitt landálop.
/ritzau/Reuters