Talið av deyðum í Sveis veksur

Sambært løgregluni í landinum er talið av deyðum eftir vatnfloym í Sveis nú komið upp á seks, og nógv fólk eru flutt burtur, har áir eru farnar upp um áarbakkarnar.

Hin sætti, sum hevur latið lív í herviliga vatnfloyminum í Sveis, er funnin í Tincino, sum er í landsynningspartinum av landnum.

 

Persónurin varð funnin í sonevnda Maggia-dalinum, har ein annar prsónur eisini var funnin deyður í gjár.

 

Bjargingarlið noyddust at brúka bjargingartyrlur fyri at bjarga líkunum.

 

Alpu-økið er rakt av herviligasta vatnfloymi síðan ár 2000, tá 13 fólk lótu liv í einum skriðulopi, sum oyðilegði bygdina, Gondo.

 

Í Tincino eru fimm fólk deyð, og landsluturin er hin harðast rakti av herviliga illveðrinum og vatnfloyminum.

 

Nógv fólk eru flutt burtur í Valais, tá áirnar fóru upp um áarbakkarnar, og her varð ein maður funnin deyður í einum hotelkjallara.

 

Tað er tíðindastovan, NTB, sum ber hesi tíðindi úr Sveis tíðliga í kvøld.