Talið av deyðum ísraelskum herfólki veksur støðugt

Endurvenjingarstøðin hjá ísraelska herinum veit at siga, at tey hava tikið ímóti 5600 herfólkum við likamligum og sálarligum løstum síðan Hamas-álopið í oktober.

Í minsta lagi 558 ísraelsk herfólk eru deyð í bardøgum, vanlukkum ella eru dripum av sínum egnu síðan Hamas-álopið á Ísrael hin 7. oktober. 

 

336 ísraelsk herfólk vórðu dripin undir Hamas-álopinum, og í minsta lagi 226 eru dripin ella hava latið lív á annan hátt í Gazageiranum.

 

Talið av ísraelskum herfólki, sum eru løstað ella av øðrum orsøkum hava søkt sær viðgerð, er nógv vaksið.

 

Ísraelska tiðindastovan Haaretz veit at siga, at bara seinasta samdøgrið eru 15 ísraelsk herfólk særd í bardøgum.

 

Endurvenjingarstøðin hjá ísralska herinum veit at siga, at tey hava tikið ímóti 5600 herfólkum við likamligum og sálarligum skaðum síðan Hamas-álopið.

 

Sambært Al Jazeera kann roknast við, at upp aftur 20.000 ísraelsk herfólk fara at fáa brúk fyri hjálp á miðstøðini, áðrenn árið 2024 er liðið.