Tann, sum boðaði frá, staðfesti, at alarmurin og lukturin kom úr granahúsunum. Løgreglan kom á staðið, og sløkkiliðið varð boðsent. Men tað vísti seg, at tað var ein persónur, sum var sovnaður frá eini pizza í ovninum, og sum ikki vaknaði av roykalarminum.
Fyrrapartin í gjár fekk løgreglan eisini boð um, at ein persónur, sum skuldi ikki at sita, ikki var møttur. Tí mátti løgreglan út at leita eftir honum. So var gjørt, og klokkan hálvgum eitt í nátt fann løgreglan persónin. Hann varð koyrdur niðan í Mjørkadal og latin teimum í Arrestini.