Talið av kópum ið taka laks økist – og harvið eisini fellið

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til fyrispurning, um kópastovnurin undir Føroyum er í vøkstri

Tað er Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður fyri Framsókn, sum hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni í vinnumálum, ein grein 52a fyrispurning um kópastovnin og fellið í alivinnuni.

 

Fyrispurningurin var soljóðandi:

 

1. Er kópastovnurin undir Føroyum vaksin?

 

2. Er tað ein nýggjur kópastovnur, sum hevur spesialiserað seg til at taka laks?

 

3. Er hetta orsakað av, at alarar ikki hava loyvi at skjóta kóp?

 

Høgni Hoydal sigur í svarinum til fyrsta spurningin, at regluligar teljingar hava ikki verið gjørdar av kópastovninum, og tí ber illa at siga nakað neyvt um gongdina í stovninum.

 

– Í sekstiárunum varð mett, at stovnurin var 3000 kópar. Tá varð veiða skipað í fýra ár fyri at minka um stovnin. Síðani vaks stovnurin helst fram til áttatiárini, tá alingin tók seg upp. Loyvt varð tí at skjóta kóp við alibrúk. Henda veiða hevur í ávísan mun verið við til at halda stovninum niðri. Tí er sannlíkt, at stovnurin er vaksin síðani 2020, tó at teljingar ikki eru gjørdar síðani 2021, tá bann kom fyri tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi, sigur landsstýrismaðurin.

 

Við støði í teljingum frá 2018, 2019 og 2021 metti Havstovan stovnin at vera á leið 1500 láturkópar.

 

Fyri at hava nøktandi grundarlag fyri at gera av, hvussu kópastovnurin skal umsitast, er umráðandi, at ein umsitingarætlan verður gjørd. Fyrsta stigið í hesi tilgongdini er at fara undir at gera stovnsmetingar. Hetta er málsøki, ið landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum varðar av, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í svarinum.

 

Til spurning tvey sigur hann, at síðani forboðið at skjóta kóp við alibrúk varð sett í verk, er talið á kópum, ið halda til og finna sær føði við alibrúk, vaksið.

 

– Einstakir kópar tykjast at verða drignir at alibrúkum og læra skjótt at gera sær dælt av lætt atkomuliga tilfeinginum av laksi, ið har er.

 

– Áðrenn forboðið at skjóta kóp varð sett í verk, vórðu naskastu kóparnir við alibrúkini skotnir. Síðani forboðið kom, hava hesir kóparnir verið verandi og aðrir eru natúrliga eisini lagstir afturat. Kóparnir hava helst samstundis lært hvør frá øðrum at taka laks úr nótunum, og tí økist talið av kópum, ið taka laks, og harvið eisini fellið, sigur Høgni Hoydal.

 

Til spurning trý, sigur hann, at tá tað ikki er loyvt at skjóta kóp við alibrúk, so er ein natúrlig avleiðing, at stovnurin veksur, og somuleiðis eisini talið á kópum, sum halda til við alibrúkini.

 

– Annars kann til upplýsingar leggjast afturat, at undirritaði sum landsstýrismaður á økinum legði uppskot til løgtingslóg um at loyva kópaveiðu fyri Løgtingið í 2018. Tað vann tó ikki frama tá, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaðurin, í svarinum til Karlot Hergeirsson.

 

Tað uppskotið sæst á hesum leinki: www.logting.fo/documents/43191