Talufrælsið avdúkar idiotarnar

- Talufrælsið er týdningarmikið, tí tað gevur idiotunum møguleika at føra fram sínar idotisku meiningar, heldur danskur klummuskrivari

 

Huxi Bach, sum er útvarpsvertur, skrivar í klummu í blaðnum MetroXpress, at talufrælsið avdúkar tey tápuligu fólkini í samfelagnum.

Talufrælsið er týdningarmikið, tí tað gevur idotunum at føra fram sínar idotisku meiningar. Og tað hevur týdning, tí annars høvdu vit ikki vitað, hvør var idiotur, skivar Huxi Bach í klummuni.

- Tá ið idiotarnir gorra, kunnu vit tosa teir til rættis, og tað er betri, enn um teir bara gingu og mólu við sínum tápuligum meiningum, heldur Huxi Bach.