Undan dystinum var javnleikur eitt gott úrslit, havandi í huga, at Føroyar eru tvey stig fremst, og at Andorra er nærmast av kappingarneytunum. Telvararnir úr Andorra løgdu als ikki nógv fyri, til tess at minka um munin. Talan gjørdist um friðarligar javnleikir á 3 teim ovastu borðunum, meðan Rógvi E. Nielsen uttan hóvasták, í nakað drúgvari talvi, helt javnleikin.
Higartil hevur Føroyska talvlandsliðið telvað 20 talv uttan at tapa !
Hósdagin er dupultumfar: Kl. 9.00 fyrrapart er Monaco á skránni, meðan seinnapartin kl. 15.00 verður telvað ímóti Liectenstein, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Talvsambandinum.