Talv OL-2008: Flott kempað 22 stig av 44 møguligum

Eitt afturvendandi ynski til hvørt OL er, at Føroyar skora 50%. Bert eina ferð fyrr er tað eyðnast (Moskva 1994), og mangan hevur tað riðið um snarið. Men so enduliga hendi tað aftur .

 

7 stig av 8 møguligum 2 tey seinastu umførini er bara einastandandi gott. Og samstundis viðførdi tað, at føroyska liðið fekk 22 av 44 møguligum stigum. Ein framúrskarandi endi uppá eina óvanliga spennandi talvkapping.

Nú verður farið til endahátíðarhald og ein góðan bita.

 

Vinnari av Talv OL 2008 gjørdist aftur Armenia.

 

Skrivar Finnbjørn Vang á Talvsamband Føroya.