Talvkapping í Klaksvík

Nú liðkappingin í talvi nærkast, skipar Klaksvíkar Talvfelag fyri afturvendandi vikskiftiskappingini Skákið ´06: KBI Open. 
Kappingin byrjar fríggjakvøldið 13. oktober kl. 19. 00, og  telvað verða 5 umfør: eitt fríggjakvøldið, 3 leygardagin og seinasta umfarið byrjar kl. 13.30 sunnudagin. Telvað verður í hølunum hjá Klaksvíkar Talvfelag, og kappingin endar uml. kl 17.30 sunnudagin