Seinnapartin fríggjadagin settu 10 teir stinnastu talvungdómarnir í Føroyum stevnu á Hotel Vágum. Skipað er fyri venjingarlegu, nú NM í talvi fyri ung verður í Vasterås í Svøríki um slakar 14 dagar. Telvaranir vórðu úttiknir at umboða Føroyar, tá FM-kappingar vóru síðst í november mánaði. Kappast varð í fimm aldursbólkum, har umframt FM-vinnaran í aldursbólkinum, eisini nr. 2 varð úttikin. Venjarar eru altjóða meistararnir í talvi, IM John Rødgaard og IM Helgi Dam Ziska. Liðleiðari er Finnbjørn Vang. Venjingarlegan endar sunnudag seinnapart. Stórur spenningur er aftur hesaferð undan NM kappingini, tí Føroyar hava seinnu árini av álvara gjørt um seg, har gull, silvur og bronsu heiðursmerkir eru komin til høldar.
Tíðindi