Eitt tangaskip, sum er fermst við svávulsýru, holvdist á ánni Rhinen tíðliga í morgun, men sambært myndugleikunum er einki, sum bendir á, at sýra rennur út í ánna. Skipið, sum hevur 2400 tons av svávulsýru, holvdist nærhendis St. Goarshausen í Týsklandi, og bjargingarfólk leita eftir tveimum av manningini.
Tað er ikki greitt, hví skipið holvdist, men tíðindastovurnar siga, at óhappið kann hava samband við, at áirnar í vestara parti av Týsklandi hava verið rættiliga stórar í seinastuni.