Miðvágur: Vágafólk fóru undir somu dýnu sum havnabólkurin Tangz, tá seinasta innleiðandi umfarið í Prix Føroyum var í Miðvági leygarkvøldið.
Tangz skaraði fram úr millum nógvar góðar bólkar, og í hølunum á teimum komu 200 stórleypandi.
Tiltakið var annars merkt av druknum fólki, sum løgdu líka í forboðið at taka glasfløskur við sær.
Dirvi og sjálsálit
10 bólkar vóru við í kappingini, og semja var um, at hetta helst var besta innleiðandi kappingini í ár.
Tangz fóru á pallin við dirvi og sjálvsáliti ? ílatnir klædning og slip ? og teirra framførsla var vert einum vinnarabólki.
Bólkurin 200 royndi at provokera við niðurgerandi sangum um føroyskar politikarar, men hetta var eingin forðing fyri, at dómararnir sendu teir beint í finaluna í Norðurlandahúsinum.
Finalan greið
Nú er greitt, hvørjir teir átta bólkarnir eru, sum skulu kappast í finaluni í Prix Føroyum, sum verður í Norðurlandahúsinum í næsta mánaði.
Umframt Tangz og 200 eru bólkarnir Clickhaze, Týr, I am, Flux, All that Rain og Tám.
Hetta er fjórða finalan síðani fyrstu kappingina í 1995.