Tangz: Vit eru altso ein rockbólkur

Eftir at hava verið eitt sindur stíl- og sjangruforvirraðir hava Tangz nú funnið sín bás sum rockbólkur. Og nú sveittin eftir eitt spennandi undanumfar í Miðvági er turkaður av, eru teir fimm tónleikararnir klárir til eina finalu, sum teir hesuferð síggja ein møguleika fyri at vinna. Vit hava hitt sangaran í bólkinum, Rók Jacobsen.

 

Framførslan í Prix undankappingi í Klaksvík fyri tveimum árum síðan gjørdist eitt satt gjøgnumbrot hjá Tangz. Mestsum eftir einum degi menti Tangz seg frá at vera húsaorkestur í Studentaskúlanum Í Hoydølum til at vera ein landskendur bólkur, sum av nógvum varð mettur sum eitt gott boð sum vinnari av Prix finaluni í 1999.

Soleiðis bleiv tað tó ikki, men nú eru teir fimm havnardreingirnir vendir aftur í við einum meira poleraðum og stílreinum Tangz, sum ikki kann renna undan teimum vónum, sum verða settar til bólkin.

Hvat kalla tit sjálvir tónleikin, sum tit spæla?

? Vit eru settir í allar møguligar løgnar básar. Onkur hevur heft upp á okkum, at vit eru ein samanrenning av jazz, rock og funk, og annað líknandi tvætl hava vit hoyrt mestsum hvørja ferð onkur roynir at seta okkum í bás. Vit vilja gjarna sleppa undan øllum hasum løgnu kategoriseringunum. Vit eru bara ein vanligur rockbólkur sum einhvør annar bólkur, ið spælir rock.

Fyrstu ferð at nakað hoyrdist til Tangz var á Prix Føroyar undankappingin í Klaksvík fyri tveimum árum síðan. Men hóast tað kundi sæð soleiðis út, so leggur bólkurin dent á, at hann ikki varð stovnaður til Prix.

? Vit byrjaðu á studentaskúlanum í Hoydølum og spældu okkara fyrstu konsertir har áðrenn Prixið í 1999 bleiv aktuelt. Men Prix Føroyar setti ferð á og fekk okkum at skriva okkara egnu løg, so á tann hátt var tað við til at fáa gongd á Tangz. Men vit vóru til áðrenn Prix.

Hvør munur er á Tangz anno 2001 og Tangz, sum var á finaluni seinast?

? Í byrjanini var eitt sindur av vavstri í okkara stíli. Tað haldi eg at vit kunnu viðganga. Nú hava vit í størri mun funnið ein reyðan tráð ígjøgnum tað, sum vit skriva, og eg trúgvi at vit eru meira stílreinir enn vit vóru á seinastu finaluni.

Nógv mettu tykkum sum favorittar til at vinna síðstu Prix finaluna. Hvat hildu tit sjálvir?

? Tað vigaði ikki so tungt á okkum. Vit vóru akkurát stovnaðir og vit vistu at Taxi vóru alt ov góðir til at vit ella nakar annar kundi koma upp á tal. Í finaluni hesaferð er eingin so klárur favorittur sum Taxi vóru, og tað er nokkso stuttligt.

Vóru tit vísir í at koma víðari til finaluna hesaferð?

? Vit vónaðu sjálvsagt at koma víðari og væntaðu tað helst eisini innast inni. Men kappingin í Miðvági var sera hørð og tveir ella tríggir av bólkunum høvdu eftir mínum tykki havt góðan møguleika at kvalifisera seg til finaluna, um teir høvdu spælt á onkrari av hinum undankappingunum. Tað vistu vit frammanundan, og tí vóru vit sera nervøsir og hugsaðu nógv um »hvat nú um vit ikki koma víðari? Hvussu langt fella vit, um vit um tað hendir?« Men tað gekk tíbetur.

Hørjar vónir hava tit sjálvir til Tangz?

? Vit eru uppsettir uppá at fara á pallin at gera tað gott. Eg haldi ikki at vit hugsa so nógv longri enn tað. Sjálvandi vilja vit akkurát líka gjarna vinna sum allir hinir bólkarnir, men vit fara at royna at gloyma dómararnar og ístaðin hugsa um, at vit gera eitt stórt show á einum stórum palli við perfektum ljóði og útseldum Norðurlandahúsi. Tað er tað mest umráðandi fyri okkum, hóast tað sjálvsagt hevði verið stuttligt um vit vunnu ella sluppu til onkran festival.

Hvat fara tit at spæla á finaluni?

? Vit hava tað luksusproblemið at vit hava rættiliga nógv løg. Og tað skiftir allatíðina hvat vit hava hug til at spæla og hvat situr best hjá okkum, so tað er ikki heilt greitt hvørji løg vit fara brúka á finaluni. Eg havi varhugan av at nógvir av finalubólkunum eru kanska bara førir fyri at spæla í ein hálvan tíma tí teir hava fýra-fimm løg og so er tann søgan liðug, so hjá teimum er ikki so ringt at velja løg út. Men tað vísir seg at tað av onkrari orsøk eisini ber til hjá teimum at koma við í Prix finaluna.

Hvør er favorittur?

? Tað er All That Rain eftir mínari meting. Eg ivist heldur ikki í at Týr kann gerast heilt spennandi fyri dómararnar.

Hvat við Tangz?

? Vit trúgva uppá, at alt kann henda.

Er tað líka spennandi at vera við á finaluni aðru ferð?

? Ja, tí hatta er tað størsta sum er innan føroyskan tónleik, og tað hevði ikki verið nøkur grund til at spælt rocktónleik, um man ikki royndi at sleppa við til Prix finaluna. Hatta er tann optimala konsertin her í landinum.