Onkuntíð verður sagt, at mong hava liðið meira enn Jesus, at teirra lív var ein longri líðing og pína, og at tey vóru noydd at halda út nógv fleiri ár enn hann. Mong hava liðið meira enn Jesus. Slíkar innvendingar stava frá eini stórari misfatan. Hildið verður, at poengið í boðskapinum um krossfesting Jesu er, at eingin hevur liðið meira enn hann, tvs. at krossfestingin skuldið vera eitt slags hæddarpunkt í likamligum líðingum, soleiðis at skilja, at Jesus kláraði mest í líðingarkappingini og ein annar kláraði so næstmest, osf. Men tað hevur ongantíð verið poengið, at hetta skuldi vera ein kapping, ella Science Fiction filmur, sum The passion og the Christ, ið kundi undirhalda einum pupligum við dramatikki. Í evangeliinum verður tað tvørtímóti undirstrikað, at Jesus, likamliga, var betrið fyri enn mangir aðrir, sum vóru krossfestir. Teir hingu ofta í dagavís á krossinum áðrenn lívið spakuliga fjaraði út. tvs. slapp hann lættari reint fysiskt enn mangir aðrir, ið krossfestir vóru.
Hvat er tá poengið við líðingum Jesu? Jú, eg hugsi, at teksturin í kvøld sigur okkum alt um tað. Hetta hendi dagin fyri deyða hansara. Teir koma í ein urtagarð, sum nevnist Getsemane; tá sigur hann við lærusveinarnar: Setist her, meðan eg fari burtur haðar og haldi bøn. Og hann tók við sær Pætur, Jákup og Jóhannes, og hann gjørdist syrgin og tók so sára at kvíða. Tá sigur hann við teir: Sál mín er sorgarbundin heilt til deyða. Heilt til deyða, vil onkur halda merkir, heilt til ta støðu, tey eru í, sum stytta um lív sítt. Veri her og vaki við mær! Og hann fór eitt sindur burtur frá teimum, legði seg fram eftir grúgvu, bað og segði: Faðir mín, er tað gjørligt, tá lat hesa skál fara um meg; tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt!
Lati okkum byrja við at spyrja: Hvørjum var tað, Jesus var so bangin fyri hetta skírhóskvøld? Var tað krossinum, hann skuldi heingjast á í morgin? Var tað tí píningin, hann skuldi ígjøgnum? Var ta tornakrúnuni, ið skuldi trýstast niður á høvur hansara? Var ta spottanini? Ja, ta kundi hann hava allar grundir til, hann var fult og heilt menniskja sum eg og tú. Fekk ilt sum eg og tú, hevði kenslur sum eg og tú. Men vit fáa varðhugan av, at tað var ikki hetta, sum gav honum størstu angist, tí langa fríggjadag var Jesus sera róðligur og stillur: So stillan Jesus gongur við lít á drápsmansfund, syngja vit. Tá gramdi hann seg ikki og ongir blóðsdropar vóru í sveitta hansara. Tað mátti vera nakað annað, nakað ræðuliga nógv verri, tað snúgi seg um í Getsemane. Og tað sigur teksturin okkum víðari: Lat hesa skál fara um meg! Hvat meinast við hetta? Hvørja skál? Hugsa tær alla óreinsku, sum framd er í heiminum, allan illskap, øll tey ræðuligu orð, sum søgd eru, og allar tær ræðuligu gerðir, sum framdar eru - hugsa tær essensen av øllum hesum pressaðan saman og samlaður í eina skál. Vit kunnu aldri fata tað innihald, sum var í hesi skál. Hesa beisku og óhugnaligu mongd kann mannavit ikki skilja. Men tilfarið kenna vit eitt sindur til, bæði frá egna lívi okkara, og lívinum hjá øðrum. Alt tað krógvaða, allur óndskapur, øll niðurbrótandi orð, alt tað, vit treyðugt vilja at nakar skal vita tað minsta um. Tú sær ikki hesa skál við eygunum, men tú hevur kanska eina hóming av hvat, tað inniber at drekka hana, tøma hana at botni. Tað innibar at ganga undir fylgjurnar av øllum hesum, bera konsikvensirnar, bøta fyri revsingina. Heldur ikki hetta kann skil okkara fata, men vit ána veruleikan aftan fyri myndina.
Skírisdagur var fyri Jesusi ein sálarangist, ein ræðsla, sum vit hvørki fyrr ella seinni hava sæð við hann hava: Sál hansara gerst sorgarbundin heilt til deyða og hann gerst syrgin og tók so sára at kvíða. Hvussu skal henda ræðsla og sálarangist skiljast? Jú vit ána eitt sindur av svarðinum í evangeliinum eftir Lukas 12.50: Men ein dóp havi eg at verða doyptur, og hvør kvíði eg, til hann er liðugur. Og í evangeliinum eftir Jóhannes 12.27: Nú er sál mín full av angist, og hvat skal eg siga? Faðir bjarga mær frá hesum tíma! Nei, til tess eri eg komin at hesum tíma. Her hoyra vit um ein so ræðuligan ótta og ræðslu, sum førir við sær, at sveitti Jesu er sum blóðsdropar. Hann var satt menniskja, okkum líkur á hvønn hátt. Hjarta hansara var fult av varma, hann kundi gráta við teimum grátandi, og hann kundi eisini gráta fyri seg sjálvan, hann føldi við sínum vinum, ta hoyrdi við til sonnu mannanáttúruna, lati okkum ikki gloyma tað. Júst tí er hann vorðin ein fullkomin uggari fyri øllum teimum líðandi: Tí at við tað at hann hevur liðið, av tí at hann sjálvur var freistaður, kann hann koma teimum til hjálpar, sum verða freista.
Getsemane-stríðið sær tí út til at hava verið hansara harðasta stríð. Men nú hoyri eg teg siga: Mangir martýrar fóru brosandi inn í deyðan. Ja, tað fóru teir, men tað fóru teir bara av einari orsøk, tí Jesus fyrst hevði verið í Getsemane, og tí Jesus fyrst hevði hingið á krossinum fyri teir.
Skálin, Jesus tosar um, var ikki fyrst og fremst tann pínsla, hann mátti ígjøgnum, so ræðulig hon annars var. Nei, ta skálin var, var júst hetta, at verða gjørdur til synd. Hetta: Guð mín, Guð mín, hví fór tú frá mær? Tað var at hann, sum ikki visti um synd, nú var gjørdur til synd okkara vegnað, varð, sum tað av røttum verður sagt, av Guði roknaður sum einasti syndari í heiminum. Úr øllum ættum, frá øllum tíðum, samlaðust svørtu skuggarnir av syndini yvir hann. Hann var roknaður av Guði sum tann, ið hevði gjørt alt. Hetta hav av sálarkvøl hvørs dýpi onki menniskja kann skanta, velti í Getsemane sínar svørtu, brúsandi bylgjur móti sál hansara. Banning syndarinnar er, at vera svikin av Guðs kærleika, bara kenna Guðs terandi vreiði, vera einsamallur við djevlinum og øllum myrkursins valdi.
Og tað var hann, sum frá upphavi hevði liva í einum inniligum kærleikssamfelagið við faðirin, ið skuldi kenna gløðurnar av Guðs heilagu vreiði brenna seg. Hann, hin heilagi, sum hitt onda ikki átti tað minstu sellu í, skuldi nú gevast inn undir vald myrkursins: Hetta er tykkara tími, og vald myrkursins. Bara tey glaðaðu í helviti ein dag, koma til at skilja hvat Jesus mátti líða í sál síni hin dagin í Getsemane - um enn munurin millum tað sinni, frelsarin leið við, og sinni, sum tey glaðaðu líða við, ikki má gloymast.
Í Hebrearabrævinum verður sagt: Og tó at Jesus var sonur, lærdi hann lýdni av tí, hann leið. Hetta orðið um hvussu hann gjøgnum sálarbardagan lærdi lýdni, skilja vit bara um vit fata tað 3-dupultu bønina í Getsemane. Tá ið hann biður á fyrsta sinni sigur hann: Faðir mín, er tað gjørligt, tá lat hesa skál fara um meg, tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt. Ta kennist sum banning, at vera rikin burtur frá Guðs ásjón. Vit síggja álvara í valinum, hann ger. Tað var satt, sum hann hevði sagt um lív sítt: Eingin tekur tað frá mær, men eg seti tað til av mær sjálvum. Við hesi skál stóð Jesus yvirfyri tí størsta valinum, sum nakar hevur staðið, annaðhvørt at lata mannaheimin fara til grundar um hann ikki drakk hana, ella hesi ræðuligu glatannarkenslu, at vera svikin av Guðs kærleika, ja, at verða bannaður av Guði. Neyðarrópið í bønini er hetta: Faðir, er tað ein einasti annar møguleiki at hesi menniskju kunna verða bjargað, uttan at hetta ræðuliga má henda mær, tá tak hesa skál frá mær. Tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt. Men tað var tað ikki. Í evangeliunum eftir Lukas verður sagt, at tá ið hann hevði biðið hesa bøn, kom ein eingil av himli og styrkti hann. So hart leikaði á. Guð setir alt inn, eisini uggan sína við himmalins einglum, men frávik frá síni ætlan kann hann ikki gera.
Tá ið Jesus biður aðru ferð, eru framstig í bøn hansara. Bønin er ikki longri so bønandi sum hin fyrra. Nú er hon meira, at hann boyggir seg enn djúpari undir vilja faðirs síns, og søkir styrkið hjá honum. Tað sama ger hann í tí triðju bønini. Faðirin hevði svarað honum í fyrstu bønini, at heimurin skal verða endurloystur, og syndin kann ikki bøtast uttan hetta offur, tað var eingin møðuleiki, tí veri vilji tín. Jesus leggur seg nú sjálvan sum hitt lítaleysa offurlambið fyri fólksins syndir, á Guðs altar. Frá nú av er stríðið strítt at enda. Hann fer nú fet fyri fet víðari fram á líðingarvegnum, við sama friði í sál síni sum altíð; langa fríggjadag eins róðligur og tá ið hann gekk millum fólkið og lærdi tey.
Eitt annað, vit leggja merkið til í Getsemane, er hjálpin hann biður vinirnar um í stríðnum. Men hvussu lítið vóru ikki hesir vinir fyri hann í hesi løtu? Hóast hann bað teir um tað, orkaðu teir ikki at vakja við honum ein tíma. Andin var fúsur, men holdi hitt ússaliga mannaholdið veikt og neyðarsligt. Eisini hetta einsemi hoyrdi við í ta beisku skálina. Hvørjaferð fann hann teir sovandi. Men tað sigur nógv. Í grundini er ein sera takksamur fyri at tað stendur soleiðis, tí tað merkir, at so hevur Jesus fullført verkið einsamallur, tí er tað fullgjørt. Eingin syndigur fingur var við í verkinum. Sum Jesaja profetur sigur: Eingin kom mær til hjálpar ,,, eingin mær dugnaði hond.
Lammet, kun lammet,
dets vunder og sår,
æren og prisen i evighed får.