- Tað er púra galið við argumentinum, tá tú grundgevur snævurskygt út frá Bíbiluni, og ongum øðrum. Tá politikarar og onnur ókritiskt brúka sjónarmið í Bíbliuni sum politiska grundgeving, so kunnu marxistar við sama rætti brúka sjónarmið í Das Kapital hjá Karl Marx sum politiska grundgeving. Tað at vera samkyndur er ikki skeivt, tí Paulus sigur tað. Og tað sum Marx sigur er ikki rætt, bara tí Marx sigur tað. Argumentini mugu vera tey avgerandi.
Tá tú er talsmaður fyri upplýsing, vitan og vísindi, eisini í átrúnaðarligum høpi, kann tú rokna við harðari mótstøðu. Hóast tað situr hann ikki á latu síðuni. Hann er lítillátin, men smæðist so ikki burtur í almenna orðaskiftinum. Í frítíðini situr hann ótroyttiligur framman fyri telduskíggjan við hús og buldrar niður á knappaborðið, har hann gevur sítt sjálvbodna íkast til almenna orðaskiftið. Úrslitini koma javnan fram í ljósmála. Óteljandi fyrilestrar. Greinar. Viðmerkingar. Røður. Bøkur um løgtingssøguna. Bókarøð um Klaksvík. Bók um Adressumálið. Bókin “Guds orð ella orð um Gud”. Og nú hevur hann aftur latið eina bók úr hondum. Søgukritisk bók um tey fyrstu jólini kom í handlarnar fyri tveimum vikum síðan.
At pilka við kristindómin, og samstundis riða siðvandu upprunamyndina, sum er ein fastgróvgin partur av samfelagnum, fer ikki friðarliga aftur við borðinum í Føroyum. Tað hevur 50 ára gamli Hans Andrias Sølvará, søgugranskari og rithøvundur, fingið at sanna. Mótstøðufólkini hava onkuntíð ringt til hansara og dømt hann niður og norð. Ikki tí, tað kemur ikki óvart á hann. Endamálið er sjálvandi at røra í grýtuni. Men hann hoyrir eisini javnan frá religiøsum fólkum, sum eru ósamd við honum, og samstundis virða tað, ið hann ger. Teimum hevur hann stóra virðing fyri.
Áhugin fyri religión og politikki hevur altíð verið har. Hann fór kortini av álvara at ógvast við undir drúgvu løgtingsviðgerðini av 266b í 2006, tá tilvildarlig brot úr brøvum Paulusar vóru brúkt at forða fyri, at samkynd verða vard í revsilógini og har við viðurkend sum borgarar á jøvnum føti við hinskynd og aðrar minnilutar.
Kristindómurin hevur yvirskipað nøkur einanstandandi svar upp á nakrar av stóru tilveruspurningarnar, men grundar seg á eitt ikki lýtaleyst grundarlag, heldur Hans Andrias, sum sjálvur er limur í fólkakirkjuni og rindar sín kirkjuskatt við gleði.
- Øll kunnu fyri mína skyld trúgva skapanarmytum, og eg virði tey, ið hugsa øðrvísi enn eg. Men eingin skal siga mær, at tað hevur nakað við testbara vísindi at gera. Menningarlæran er grundarlagið undir allari lívfrøðigransking, og hon hevur staðið allar vísindaligar royndir í 150 ár. Skapanarlæran er ikki vísindalig. Tú kann tildømis ikki mótprógva menningarlæruna við bókstavligari lesing av skapanarmytunum í 1. Mósebók, sum ikki hevur annað enn ein mytologiskan tekst frá 8. ella 9. f. Kr. Tær eru óivað heldur ikki ætlaðar sum vísindaligir tekstir. Hetta er ein spurningur um, hvussu vit laga okkara samfelag, har rúm skal vera fyri okkum øllum. Tað er eftir mínum tykki himmalrópandi naivt at argumentera vísindaliga út frá slíkum tekstum, sigur Hans Andrias Sølvará.
Kjakmentan í kreppu
Seinastu mánaðirnar hevur Hans Andrias lagt seinastu hond á bók um føðisøgu Jesusar. Eitt evni, sum søgugranskarar kring heimin hava granskað og skrivað um í nógv ár. Í Føroyum hava vit ofta hug at kveistra burtur øll ivamálini, sum verða reist móti kristna tekstargrundarlagnum. Snøgt sagt ein tøgnmentan. Tað er ikki mennandi fyri fólkaræðið, heldur Hans Andrias. Fólk skulu hava rætt at finnast at øllum sjónarmiðum og virðum í samfelagnum. Í veruleikanum skulu fólk eggjast til tað, tí tað er við fjølbroyttum almennum orðaskifti, har skilvísar grundgevingar eru týdningarmesta amboðið, at fólkaræðið mennist.
- Sterku afturhaldskreftirnar í Føroyum verja síni áhugamál við at brúka Bíbliuna sum grundarlag fyri, hvussu onnur skulu liva. Bíblian heldur ikki altíð fyri einari neyvari vísindaligari kanning. Tað er eingin ivi, at vísindin er sterkasta amboðið at granska og lýsa náttúruna, meðan átrúnarligir spurningar í nógv størri mun eru privat viðurskifti. Øll framkomin samfeløg tryggja sínum borgarum politisk og átrúnaðarlig rættindi, og samfelagið eigur ikki at hava ein ávísan átrunað, sum fram um aðrar verður vardur í lóggávuni. Samfelagið skal í lóggávuni verja allar borgarar, so borgararnir sjálvur kunnu velja sín átrúnað – ella ongan, sigur Hans Andrias Sølvará.
Sum virkin luttakari hevur søgufrøðingurin fyrr víst á, at føroyska kjakmentanin er í kreppu. Sjúkutekini eru tunnu argumentini og ósakligi álopini á persónar. Hann hevur ofta merkt sjálvur, at tað verður ikki kjakast um substansin. Hann hevur verið fyri nógvum skotum. Umframt telefonsamrøður við fólk, hava fleiri ófólkalig lesarabrøv við skeivum uppáhaldum og uttan grundgevingar sora hansara verk sundur. Enn tá frá fólki, sum ikki hava lisið bøkur hansara.
Tað er neyðugt at kjakast um grundarlagið undir føroyska samfelagnum, og tað er ein sjálvirkandi drívmegi hjá Hans Andriasi.
- Tað er alneyðugt við almennum orðaskifti um tað, sum verður brúkt sum samfelagsligt grundarlag og sum politisk grundgeving. Tað er sjáldan kritisk viðgerð av átrúnaði her hjá okkum. Søgukritiskar bøkur um Bíbliuna snúgva seg ikki um Gud ella trúgv, men um tað, sum teksturin við skilvísum vísindaligum háttaløgum kann metast at kunna bera. Bíbliukritikkur snýr seg ikki um Gud, men um tekstirnar, sum menniskju hava skrivað um Gud. Gud er óheftur av teimum tekstunum. Spurningurin um Guds eksistens er ikki søgukritiskur, men filosofiskur.
- Orðaskiftið her hjá okkum er ofta ov einfalt. Vit skulu kjakast við haldbarari argumentatión, og taka mótstríðandi sjónarmið til umrøðu, heldur enn at niðurgera mótstøðufólkini. Tað er tíverri ofta leisturin. Tílíkt orðaskifti, har farið verður eftir mótstøðufólkunum, ber ofta við sær, at báðir partar fara at gera tað sama, sigur hann. Tað er komið fyri, at hann hevur sjálvur angrað okkurt, hann hevur skriva í bløðini.
Ein skylda
Vantandi virðingin fyri serfrøðini hevur í nógv ár verið eitt evni, sum serfrøðin í Føroyum hevur funnist at. Fakfólk halda seg vera við skerdan lut í politisku skipanini. Fakfólkini sleppa mest sum bara heim til undirvísing og administratión, tá tey koma aftur til Føroya, heldur enn at arbeiða og granska í produktivari vinnu. Politiski myndugleikin er trekur at flyta seg nærri einum vitanarsamfelag, sum er vegurin fram, verður vanliga sagt.
Ein afturvendandi trupulleiki hevur hinvegin verið, at fakfólk taka í ov lítlan mun lut í almenna orðaskiftinum. Hans Andrias Sølvará førdi fram sum gestarøðari til pisufund í 2008, at tað “hevur onkuntíð undrað meg, at tað ofta eru ung fólk, sum eru í ferð við at taka onkra útbúgving, sum hava mest at geva samfelagnum, meðan meira tilkomin fólk, sum hava fingið eina drúgva útbúgving ofta síggja út til at hava minni at geva.”
Hans Andrias er eitt av undantøkunum. Hann metir tað vera sína skyldu sum søgufrøðingur og rithøvundur at geva sítt íkast til almenna orðaskifti, fremst av øllum, tí hann heldur seg hava nakað at geva. Ikki tí, hann heldur seg hava rætt, men tí kjakið er neyðugt. Tað er eisini ein skylda í sínum starvi, tí tað er staðfest í lógini fyri Fróðskaparsetur Føroya, at tað skal vera við til at elva til kjak.
- Kjak og ósemjur er tað, sum menna og hvessa sjónarmiðini. Tøgnin fjalir trupulleikarnar. Tað eru nógv evnir, sum ov sjáldan verða tikin til umrøðu í Føroyum. Tað hevur undrað meg, at kjak um kristindómin fyllir so lítið. Serliga nú, tá politikarar eru bundnir at skriftini. Ein kjakmentan í kreppu er, tá mótstøðufólkini sparka eftir mær, heldur enn at kjakast við argumentum. Eg sigi ikki, at eg havi rætt, heldur ikki, at eg ongantíð sjálvur eri lopin framan, men eg royni eftir førimuni at kjakast við teimum vísindaligu argumentunum, eg havi. Eg gevi eitt íkast, sum kann víðka sjónaringin. Um onkur ikki er samdur, kom so og kjakist um tað, sigur hann.
FAKTA
Hans Andrias Sølvará varð føddur í Klaksvan tann 11. november 1962. Hann er giftur Anniku Sølvará. Saman eiga tey tvey børn.
Hann hevur lisið cand.mag í søgu og heimspeki á Fróðskaparsetrið Føroya og Århus Universitet.
Adjunktur á Søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya síðan november 2009. Frá desember í 2010 hevur hann verið lektari. Dekanur á Søgu og Samfelagsdeildini í 2009-2010, deildarleiðari síðan november 2010.