Tað var rættiligur stevnudámur yvir løtuni, tá formaðurin í Felagskommununi í Vágum, Jónhild Jørgensen, setti landsdansistevnuna 2004 á skúlalaðnum á Giljanesi seinnapartin leygardagin.
Úr øllum ættum komu tey. Dansarar við bili og bussi, og onkur var sanniliga eisini komin við flogfari. Av teimum 16 feløgunum, sum luttóku á landsdansistevnuni var í ár fyri fyrstu ferð eitt útisetifelag við. Tað var dansifelagið Fótatraðk í Keypmannahavn, haðani umleið 20 fólk vóru komin heim at luttaka á stevnuni.
At Landsdansistevnan er komin fyri at verða, ivast eingin, sum hug hevur til føroyskan dans, eina løtu í. Stevnan varð á fyrsta sinni hildin í Vágum í 1983 og hevur nú verið runt í øllum landinum. Farið er undir annað umfar, kann sigast, nú hon aftur hevur verið hildin í Vágum. Og á veitsluni, sum varð hildin í ítróttarhøllini á Giljanesi um kvøldið, bjóðaðu dansifeløgini í Suðuroy til stevnu í Suðuroy um trý ár. So gongur tann gleðistreymur í ring, sum tikið verður til í Brúðarvísuni. Onnur stevnan í fyrra umfari varð júst hildin í Suðuroy, so líkt er til, at feløgini fara at halda somu ferðaætlan sum higartil.
Klokkan var umleið fýra seinnapart, tá fyrstu gestirnir byrjaðu at koma á Giljanes. Við bussum og privatbilum komu tey ymsastaðni úr landinum. Ein tíma seinni var fult av fólki á skúlalaðnum. Sólin sá av heiðum himni, og hitin var sum í suðurlondum. Ein vælsignað løta, tosaði fólk og onkur skemtaði við, at kanska var gott samband rætta vegin her í hesi sambandsoyggj av Guðs náði. Veðurmaðurin á Sosialinum, Petur Skeel, ið er íðin dansari, var sum vera man eisini við á stevnu, og hann fekk eisini onkra blíða skemtandi heilsan sum tøkk fyri gott arbeiði.
Eftir at umboð fyri Vága Dansifelag hevði boðið øllum, bæði gestum og egnum limur, vælkomnum á stevnu, setti Jónhild Jørgensen, formaður í Felagskommununi í Vágum, Landsdansistevnuna 2004.
Jónhil Jørgensen nam í røðu síni við tann hugna og stuttleika, føroyski dansurin hevur við sær. Og hon kom eisini inn á hugskotið við hesi stevnuni, sum í síni tíð var sprottið í Vágum. Eisini helt hon tað vera bæði hugaligt og eisini stuttligt, at fólk vóru komin úr Danmark at luttaka á hesi stevnuni.
Eftir setanarrøðuna varð tikið saman uttanfyri. Dansað varð í góðveðrinum, og so mikið lýtt var, at tað stóð á hjá summum at halda seg í troyggjuni.
Sum heiðurskvøðu til stevnuna og dansin sum heild, skipaði Jón Joensen í Bø Tann føroyska dansin hjá Andriasi Reinert í Norðadali. Dansurin gekk heilt væl, og fólk, sum stødd vóru í Sandavági undir setanini, søgdu aftaná, at tey hoyrdu týðuliga, hvussu kvøðið varð á Giljanesi.
Sum vera man høvdu fólk hug at halda á at dansa eina løtu, og eftir sum nú stevnan var í Vágum, var trivið í Seyðamanin á Sondum, sum mestum er eitt eyðkenni fyri felagið vestaneftir.
Jón i Bø skipaði Seyðamannin eftir gamlari uppskrift í Vágum, sum ikki allastaðni fylgir teirri raðfylgju, sum givin er út í bók. Ella er tað øvugt. Tað merktist eisini á summum av gestunum, at teir vóru eitt sindur ovfarnir, tí teir dugdu jú kvæðið, sum teir høvdu lisið. Men í føroyskum dansi er tað soleiðis, at skiparin hevur altíð rætt, og tað er óskikkur og av summum mett mestsum halgibrot, at taka av honum. Og tann sið duga dansifólkini, sum koma saman soleiðis, so tað gekk upp á stás.
Eftir at dansað hevði verið uttan fyri eina løtu, gingu fólk og hugnaðu sær. Hittust og prátaðu til klokkan leið at sjey, tá farið varð til borðs í ítróttarhøllini.
Tað at halda slíka stevnu við eini veitslu fyri út móti hálvtsættahundrað fólkum, krevur sítt. Og tað arbeiðið, sum lagt er í eitt slíkt tiltak, verður latið ókeypis av fólki, sum heitt verður á. Tað er ikki smávegis av tíð og orku, hesi fólkini leggja í at fáa tiltakið at eydnast so væl sum gjørligt. Og løn teirra er nøgdsemi við at hava gjørt eitt gott arbeiði.
Soleiðis ganga fólk og stákast við matgerð og til- og avrigging av hølum í fleiri samdøgur bæði undan og eftir slíka veitslu. Og sannast má, at enn eigur felagslívið onkran góðan, hóast tíðin í aðrar mátar tykist bæði strongd og profittfikserað. Stóra tøkk eiga tey, sum slíkt arbeiði leggja eftir seg, uppiborna fyri tað.
Út móti midnátt endaði stóra borðhaldið í ítróttarhøllini, og fólkið flutti seg yvir í fimleikarhøllina, har feløgini hvørt sær skipaðu dansin til tann ljósa morgun. Í sama dýrdarveðri fóru fólk heimaftur út á sunnumorgunin. Eina hugnaliga uppliving ríkar.