Tann knústi amerikanski dreymurin

Partur 1 av 3: Politisk mentan og lág valluttøka í USA

Í hesi fyrstu greinini hjá mær av trimum tilsamans í sambandi við, at amerikanska forsetavalið stendur á skránni um eina slaka viku, fari eg at at tosa um, hví teir smærru flokkarnir í USA ikki hava nakran møguleika at fáa sítt forsetavalevni valt, og hví teir amerikonsku veljararnir ikki eru eins raskir og føroyingar við at fara á val. Eg nerti við í stuttum, hví eg ikki hevði valt nakran av teimum størru flokkum í USA, og eg vísi á, at eg heldur hevði valt ein av smærru flokkunum framum tað at seta krossin við Obama ella McCain. Eg vísi eisini á, at um eg ikki hevði valt nakran av teimum smærru flokkunum, so hevði eg als ikki farið á val. Í tí næstu greinini hjá mær komi eg nágreiniliga inná, hví eg ikki stuðli demokratunum ella republikanarunum, men tó grundgevi eg fyri í hesi seinnu greinini, hví eg heldur hevði valt demokratin Obama enn republikanaran McCain, um eg varð noyddur til at velja eitt av høvuðsvalevnunum til valið týsdagin 4.novembur. Í triðju og síðstu greinini fari eg at nerta eitt sindur við ”Proposition 8” valið, sum eisini verður tann 4.novembur, og sum hevur ógvuliga stóran áhuga millum manna í California, og sum serliga her í økinum, sum eg búgvi í í San Diego, hevur nógv størri áhuga millum fólk á gøtuni, enn hvat forsetavalið hevur.

Politiska mentanin í USA orsøkin til, at teir smærru flokk­arnir ikki kunnu fáa sítt umboð valt í tað Hvíta Húsið.

Dagarnir hjá George W. Bush sum amerikanskur forseti eru við at verða taldir, og komandi týsdag skulu amerikanskir ríkisborgarar til val fyri millum annað at velja nýggjan amerikanskan forseta. Tað er ógvuliga sannlíkt, fyri ikki at siga heilt vist, at nýggi amerikanski forsetin kemur at eita antin Barack Obama ella John McCain, og í skrivandi løtu tori eg at gita, at vinnarin av hesum báðum kemur at vera demokratiska forsetavalevnið Barack Obama. Spurningurin er so, hvørjum av hesum báðum forsetavalevnum eg skal halda við. Fyri at svara hesum spurningi vil eg fyrst av øllum siga, at eg, um eg fekk møguleikan til at valt, so hevði eg valt hvørgan, men heldur ein triðja flokk/eitt triðja valevni. Eg meti, at bæði tann demokratiski flokkurin og tann republikanski flokkurin hava ímillum ár og dag víst, at teir ikki eru verdigir at sita við valdið, og at tíðin nú er komin til, at flokkar sum tann liberterianski flokkurin ella tann grøni flokkurin fyri tann saks skuld eiga at sleppa til valdið. Eg komi nærri inná í næstu greinini, hví eg ikki meti hvørki tann demokratiska ella tann republikanska flokkin at vera verdigan at sita við valdinum. Tó so er tað ógvuliga lítið sannlíkt, at nakar av hesum smærru flokkunum kemur at fáa serligar nógvar atkvøður til forsetavalið.

Eg havi nú verið í USA í meira enn tveir mánaðir, og nú valstríðið av álvara er við at harðna, síggi eg framvegis ongan á gøtuni, ið roynir at fáa veljararnar til at velja ávikavist tann libertarianska ella tann grøna flokkin, og tá eg havi spurt onkran veljara á gøtuni, um teir ikki fara at velja onkran av teimum smærru flokkunum, so siga teir bara, at tað fara teir ikki, tí tað er at blaka sína atkvøðu burtur, av tí at teir smærru flokkarnir ongan møguleika hava at fáa sítt umboð valt sum nýggjan amerikanska forseta. Eg havi fyrr víst á fyrimunir við tí valskipan, sum er galdandi her í USA (First past the pole), men akkurát í hesum føri v.v. tí at eingin fer at atkvøða fyri teimum lítlu flokkunum, tí teir ongan møguleika hava fyri at verða valdir, er ein av vansunum við First past the pole skipanini. Teir stóru flokkarnir í USA, tann demokratiski og tann republikanski flokkurin, eru so sterkir her, at aðrir flokkar ikki so frægt sum fara út á gøtuna fyri at føra síni sjónarmið fram, og hetta er mikið spell, tí er tað nakað, sum ein fólkaræðisligum samfelag tørvar, so er tað at hava eitt stórt tal av politiskum flokkum, ið bjóða seg fram fyri at taka við stýrinum.

Um First past the pole skipanin varð innførd í Føroyum, so vænti eg tó ikki, at hon hevði gjørt enda á alt ov nógvum flokkum, tí í Føroyum hevur tann poltiska mentanin í nógv nógv ár verið hon, at tú hevur havt fýra stórar flokkar, sum allir hava sínar kjarnuveljarar, og tað vænti eg hevði eisini verið galdandi eftir, at ein eventuell First past the pole skipan hevði verið innførd í Føroyum. Í versta føri vænti eg, at teir smáu flokkarnir í Føroyum so sum Miðflokkurin og Sjálvsstýrisflokkurin høvdu sitið eftir við svartaperi, varð ein slík skipan sett í verk, og í besta føri høvdu vit við at sett First past the pole skipanina í verk eventuelt fingið eina siðvenju fyri blokkpolitikki í Føroyum. First past the pole skipanir hava vanliga eina siðvenju fyri blokkpolitikki við sær, og hetta hevði verið ein siðvenja, sum veljarar sum eg høvdu verið serstakliga glaðir fyri, av tí at vit vita, hvussu tað er at atkvøða fyri einum flokki, tí man veruliga stuðlar sjónarmiðunum hjá viðkomandi flokki, fyri síðan at verða vónbrotin av hesum sama flokki, av tí at hann fer í samgongu við eitt nú tí hopleysa Sambandsflokkinum.

Fyri at venda aftur til USA, so meti eg, at tann politiska siðvenjan/mentanin við at hava tveir stórar flokkar er somikið sterk og torfør at broyta, at tað fer at verða torført hjá lítlum flokkum nakrantíð at sleppa fram at valdinum í Hvítu Húsunum. Í USA hevur tað altíð verið tveir flokkar, sum hava skift um valdið, og soleiðis kemur tað at verða, um ikki tann amerikanska valskipanin (First past the pole) væl at merkja verður broytt - og tað verður hon neyvan, tí amerikumenn eru somikið glaðir fyri hesa valskipan, ella somikið vanir við hana, og sómikið ókunnigir við ta evropeisku ”lutfals-valskipanina”, at teir ikki somikið sum droyma at seta hana úr verk til frama fyri eina valskipan, sum minnir um hana í Danmark. Staðfestast kann tí, at USA ikki er landið fyri tey, sum trúgva uppá, at tann libertarianski ella tann grøni flokkurin skulu vinna forsetavalið. Hesi hava onga orsøk til at trúgva uppá sínar flokkar, og tá kann onkur spyrja seg sjálvan, hvat bleiv av tí amerikanska dreyminum, tí er tað nakað, sum tann amerikanski dreymurin leggur dent á, so er tað tað, at øll, og harumfarmt eisini tann einstaki, skulu hava møguleikan til eydnu.

 

Amerikumenn tíma ikki á val, tí at demokratarnir og republikanarnir eru ov líkir

Sostatt er tað stutta av tí langa tað, at eg nokk hevði stuðlað einum av teimum smærru flokkunum her í USA, um eg hevði sloppið at valt, men møguleikin fyri at hesin flokkur hevði verið valdur, er somikið lítil, at eg nokk hevði skulað umhugsað at valt antin tann demokratiska ella tann republikanska flokkin, um eg ætlaði mær á val, og um eg væl at merkja hevði havt rætt til at farið á val her í San Diego, har eg eri staddur í skrivandi løtu. Síðan eg meti, at tað er at blaka mína atkvøðu burtur at atkvøða fyri tí republikanska ella tí demokratiska flokkinum, so hevði eg allarhelst neyvan farið á val, um eg hevði havt valrætt her, og um eg hevði verið noyddur at valt ímillum McCain ella Obama, og soleiðis munnu tað vera mangir amerikumenn, sum hugsa. Tað er soleiðis, at tað hevur í nógv ár verið siðvenja í USA, at valluttøkan er serstakliga lág, og hóast tað væl kann vera, at valluttøkan verður hægri hesuferð, so tori eg at gita, at hon framvegis ikki verður í námind eins høg, og vit eru von við frá teimum vesturevropeisku londunum.

Tað er ilt at koma við einari einfaldari frágreiðing uppá, hví so lutfalsliga fáir amerikumenn fara á val, men eg loyvi mær at gita, at tað er tí, at tá ið alt kemur til alt, so eru teir stóru flokkarnir ikki so ólíkir, sum summi munnu halda. Báðir flokkarnir vilja hava so nógvar veljarar sum gjørligt, og tað merkir, at báðir flokkarnir leita inn móti miðjuni politiskt sæð, tí tað er við at vera har, at teir kunnu vænta sær at fáa tær flestu atkvøðurnar. Tó so var valið i 2004 eitt undantak, tí tá komu veljararnir á tí kristna konservativa veinginum at spæla ein avgerandi leiklut til fyrimunar fyri Bush forseta, eftirsum at Bush forseti hevði fiskað eftir atkvøðunum úti á tí, sum verður rópt ”høgravongurin” í USA. So báðir flokkarnir fiska vanliga eftir teimum somu veljarunum, og hetta hava teir gjørt í mong ár, og av hesi orsøk koma teir at verða rættiliga líkir. Tá ið so annar av flokkunum vinnur valið og fær sítt forsetavaleni til valdið í teimum Hvítu Húsunum, so noyðist viðkomandi flokkur og tess forsetavaleni framvegis at hugsa um veljaran, í øllum førum í ein ávísan mun við tað at hesin flokkur og tess forsetavalevni ein dag skal stillast til svars fyri veljaran og svara fyri tað, hann hevur gjørt í teimum Hvítu Húsunum tey fýra árini, hann hevur sitið við valdinum, og av hesi orsøk kann viðkomandi flokkur og forsetavalevni tess ikki gera tað, sum teimum lystir, tí annars verða teir revsaðir av veljarunum, og hetta merkir, at teir missa veljararnar á miðjuni, sum heldur fara at velja hitt forsetavalevnið, og soleiðis gongur tað sum ein vindmylla áratíggju eftir áratíggju.

Alt hetta merkir, at teir stóru flokkarnir í USA mugu laga seg eftir teimum mongu veljarunum á miðjuni bæði undan vali og undir teimum fýra árunum, annar av flokkuinum/forsetavalevnum eventuelt situr við valdinum í teimum Hvítu Húsinum, og tískil kann tað tykjast fyri mongum, sum um at báðir flokkarnir eru rættiliga líkir, og hetta var eisini fatanin eg og mangir av mínum amerikonsku floksfeløgum her yviri fingu, tá ið vit sótu og hugdu at varaforsetasjónvarpsdystinum millum Biden og Palin, og tá vit hugdu at triðja forsetasjónvarpsdystinum millum Obama og McCain. Á onkrum økjum var munur millum valevnini, men í tí stóra og tí heila kann eg ikki siga nakran vera ringan fyri, um hann ella hon helt, at valevnini, í øllum førum retoriskt sæð, vóru rættiliga lík, og tí vil eg pástanda, at hetta man vera orsøkin til, at nógvir amerikumenn heldur sita heima enn at fara á val, tí tað kann gera tað sama, hvønn tú velur, tí bæði valevnini eru rættiliga lík, og tað loysir seg ikki at velja eitt triðja valevni.

T.d. um vit hyggja at økjum, har bæði McCain og Obama eru líkir, so kann eg vísa á, at báðir tveir sita í Senatinum, og har atkvøddu báðir tveir fyri Bailout-ætlanini, sum í stuttum hevur til endamáls at bjarga nógvum av amerikonsku bankunum. Harvið vóru báðir jaligir fyri, at tann amerikanski staturin skuldi bjarga privatum bankum, og harvið kann man í hesum føri siga, at McCain ikki var longur til høgru enn Obama. Tað verður vanliga sagt í Føroyum, at republikanararnir eru teir høgrasinnaðu, með­an demokratarnir eru teir vinsta­sinnaðu, men í hesum føri var altso sum sagt eingin munur á valevnunum báðum. Eisini vil hvørgin av valevnunum báðum taka hermenninir heim úr Miðeystri. T.d. so vil Obama raðfesta øðrvísi enn Bush jr og flyta hermenn úr Irak til Afghanistan, so eingin kann koma og siga, at Obama er radikalt øðrvísi enn MCain og Bush á tí uttanríkispolitiska økinum, og at hann er ein friðarsinnaður ”hippie”, tí hann vil eins og republikanararnir raðfesta tað at hava hermenn í Miðeystri.

So tað stutta av tí langa er, at tú broytir einki amerikanskt samfelag við at fara á val, og eisini hetta er mikið spell, tí í einum samfelag, ið skal eitast at hava sum grundarlag at vera fólkaræðisligt, er tað ein mótsøgn, at veljarin ikki kennir seg at kunna broyta nakað við at nýta sín atkvøðurætt, ið jú vanliga verður nýttur til at broyta samfeløg við. Eisini her kann onkur spyrja seg, hvat bleiv av tí amerikanska dreyminum, ið jú leggur dent á eydnuna hjá tí einstaka og harvið rættin hjá tí einstaka til at avgera sína eydnu við at velja tað umboð, ið kann vera til frama fyri eins eydnu.

Hóast tað kann tykjast sum at spilla sína tíð at fara á forsetaval her yviri, so vil eg tó siga, at sjálvandi kann man altíð grundgeva fyri tí at fara á val orsakað av grundleggjandi fólkaræðisligum orsøkum. Um øll hugsaðu á tann hátt, at tað loysir seg ikki at fara á val, tí valevnini eru so lík, so hevði eingin farið á val, og so vil eg pástanda, at tann fólkaræðisliga skipanin, vit hava, skjótt hevði komið í eina vandastøðu, og hetta hevði sjálvandi ikki verið ein góð støða at komið sær í, tí er tað nakað, vit eiga at fjálga og seta prís uppá, so er tað tann fólkaræðisliga skipanin við møguleikanum fyri at fara á val av og á, og tí vil tað altíð vera ein hátíðardagur, tá val er, tí tað er tá, veljarin verður settur í hásæti og verður hoyrdur.

 

Veljararnir vísa sína ónøgd við ikki at fara á val

Eg vil tískil pástanda, at tað er týdningarmikið at fara á val sum heild, men at vit mugu skilja tann amerikanska veljaran, tá hann heldur vil sita heima enn at fara á val, av tí at tað kann vera líkamikið, hvønn hann velur, av tí at valevnini eru somikið lík. Hetta, tað ikki at fara á val, kann eisini vera ein góður háttur hjá amerikanska veljaranum at vísa sína ónøgd uppá, tí tá sendir hann eini boð út til amerikanska samfelagið um, at hann vil ikki fara á val, tí at hann hevur ikki nóg breitt úrval at velja ímillum, og hetta er sjálvsagt ein trupulleiki fyri eitthvørt fólkaræðisligt samfelag, tí er tað nakað, sum er týdningarmikið fyri eitt fólkaræðisligt samfelag, so er tað at hava eitt breitt úrval av flokkum at velja ímillum. Hinvegin so meti eg tað vera eitt sera jaligt tekin fyri eitt demokratiskt samfelag, tá veljarar vísa sína ónøgd við ikki at fara á val, tí tað er tann størsta ónøgdin, ein kann vísa móti eini skipan, og eg vildi mett, at tá luttøkan til eitt val í einum demokratiskum samfelag, sum USA nú einaferð er, er niðri á 50 %, so er tað eitt greitt tekin um, at teir einstøku veljararnar eru ónøgdir, og at broyting onkursvegna má til fyri at tekkjast veljarunum, tí er tað nakað, sum eitt demokratiskt samfelag ikki kann tola, so er tað tað, at meira enn helmingurin av veljarunum eru ónøgdir og sita við hús ferð eftir ferð, tá val er á skránni. So tá amerikonsku veljararnir sita við hús, tá val er, so meti eg tað vera eitt jaligt tekin, tí soleiðis kunnu teir gera vart við sína ónøgd, men tá teir ferð eftir ferð sita við hús, tá val er, so hevur amerikanska samfelagið ein trupulleika.

Onkur kann nú siga, at teir amerikonsku veljararnir kunnu gera vart við sína ónøgd við at velja onkran annan flokk, eitt nú hin stóra flokkin, sum teir hava møguleika fyri at velja, men av tí at hesin flokkur til eina og hvørja givna tíð ikki vil vera serliga ólíkur í mun til hin stóra flokkin, so fær veljarin betur gjørt vart við sína ónøgd við at sita heima. Her kunnu vit samanbera við Føroyar, sum hava eina ”lutfals-valskipan”. Tá ið tann føroyski veljarin er ónøgdur, so velur hann onkran annan flokk, tí í Føroyum er lutfalsliga fleiri flokkar at velja ímillum í mun til USA, og sum hava møguleika til at gera sína rødd galdandi, eftir at val hevur verið á skránni. Tí hevur siðvenjan í Føroyum verið hon, at tá veljararnir eru ónøgdir, so fara teir hóast alt manssterkir á val og velja bara onkran annan ístaðin, meðan tá tann amerikanski veljarin er ónøgdur, so fer hann ikki á val, tí valmøguleikarnir eru ikki eins stórir, av tí at tann politiska mentanin í USA fyri at hava tveir stórar flokkar, sum ráða fyri borgum, er somikið sterk, sum hon nú einaferð er.

Eg havi higartil víst á orsøkir, hví so fáir amerikumenn fara á val. Eg vil tó staðiliga sláa fast, at tað uttan iva eisini eru fleiri aðrar orsøkir til, amerikumenn ikki eru eins raskir at fara á val, sum vit føroyingar og norðurlendingar sum heild eru. M.a. kann tað vera ein orsøk, at amerikanarir heilt einfalt eru ikki áhugaðir í tí, sum gongur fyri seg í Washington og eru kanska meira áhugaðir í teimum lokalu valunum. Tað er jú ikki bara forsetavalið, sum stendur á skránni 4.novembur, men eisini val sum t.d. val av sherifum, val av dómarunum og ákærum, kommunval, val til lóggávu tingini í statinum, og so eru eisini fólkaatkvøður um ymiskt, og alt hetta kann gera tað, at fólk heldur hava áhuga fyri hesum valum fram um forsetavalið. Men hetta, tað at tey demokratisku og republikansku valevnini altíð hava verið so lík, og tað, at tað kann gera tað sama, um tú fert á val ella ikki, vil eg pástanda, er ein av høvuðsorsøkunum til, at amerikumenn ikki kenna eina so stóra trongd til at fara á val, og so vil eg vísa á, at tað hóast alt ikki er so stórur munur á førda poltikkinum hjá ávikavist demokratunum og republikanarunum millum ár og dag, og tí er tað óivað onkur amerikumaður, ið hugsar, at tað kann gera tað sama, hvønn eg velji, tí tað verður ikki tann stóri munurin á førda politikkinum hjá tí, sum verður valdur, í mun til tann, sum ikki verður valdur.

 

Niðurstøða

Og júst hetta síðsta v.v. tí at republikanararnir og demo­kratarnir eru rættiliga líkir fari eg at koma nærri inná í næstu greinini. Eg fari at vísa á, at republikanararnir og demokratarnir hava ført rættiliga líkan politikk millum ár og dag, og eg fari serliga at vísa á, at tað er eingin orsøk til hjá okkum føroyingum og vesturevropearum sum heild at hava so stórt sympati fyri demokratunum, sum vit nú einaferð hava lyndi til at hava, tí meðan eg eri samdur við mongum í, at republikanararnir ikki er ein flokkur, sum er verdur at seta sín kross við, so vil eg vísa á, at søgan hevur lært okkum, at demokratarnir heldur ikki er ein flokkur, sum vit skulu hava nakra orsøk at seta okkara kross við fram um nakran av teimum smærru flokkunum í USA. Tó so, so dugi eg at skilja, sum eg eisini havi tosað um í hesi greinini, at teir smærru flokkarnir ikki nakran møguleika at fáa sítt valevni valt inn í tað Hvíta Húsið, og tí fari eg í míni seinnu grein eisini at vísa á, hví eg so heldur hevði valt Obama enn McCain, um eg hevði skulað valt nakran av teimum báðum valevnunum. Í tí fjórðu greinini vendi eg eygunum eitt sindur burtur frá tí, eg havi tosað um í trimum teimum fyrstu greinunum og fari at tosa um ”proposition 8” valið, sum hevur nógv størri áhuga í býarpartinum, har eg búgvi, enn hvat forsetavalið hevur. Tað valið snýr seg um, hvørt tað longur skal vera loyvt hjá samkyndum í Kalifornia at gifta seg.

---------------

Jens Hákun G. Leo, stjórnmálafrøðilesandi á San Diego State University