Tann knústi amerikanski dreymurin, Partur 3 av 3

No more gay-marriage in California !!!

So varð Barack Obama endiliga valdur sum nýggjur amerikanskur forseti og einki óvæntað í tí. Obama hevði allatíðina ein fyrimun fram um John McCain undir valstríðnum. Orsøkin til, at Obama allatíðina var eitt stig frammanfyri McCain. er einføld : Bush og McCain eru báðir í tí republikanska flokkinum.

 

Fólk flest í USA eru troytt av George W. Bush og av republikanarum, og hetta vístu tey týsdagin, tá tey við sínum fólkaræðiliga rætti avgjørdu at ganga nýggjar leiðar politiskt sæð. Hetta innibar tað at velja eitt demokratiskt forsetavalevni fram um eitt republikanskt forsetavalevni sum nýggjan amerikanskan forseta - tann 44.í røðini. Eisini vunnu demokratarnir meirilutan í bæði Umboðsmannatinginum og í Senatinum, so alt í alt var tann 4.novembur 2008 ein dyggur smeitur fyri republikanararnar - alt hetta takkað verið einum manni - ikki McCain, men Bush !

 

 

Obama vs Bush - Men merkir McCain tað sama sum Bush ?

 

USA vildi hava broyting, og millum annað av hesi orsøk valdi USA Obama og ikki McCain. Obama umboðaði nakað nýtt - broyting -, meðan McCain, um hann vildi tað ella ikki, varð sæddur sum ein nýggjur Bush. Amerikumenn vóru, og eru tað væl enn, troyttir av Bush og vildu tí helst ikki síggja ein nýggjan Bush í teimum Hvítu Húsunum, og eftisum at amerikumenn helst vildu hava broytingar at henda í amerikanska samfelagnum fram um tað at fáa ein nýggjan Bush í Hvítu Húsini, so høvdu teir einki annað val enn at velja Obama. Eg meti sjálvur ikki, at McCain hevði verið nakar nýggjur Bush, um hann varð valdur sum forseti. Tvørturímóti dámdi mær McCain hampiliga væl, men McCain hevði ongan møguleika at vinna valið, ikki tí at hann gjørdi nakað býtt undir valstríðnum, men meira tí at Bush og republikanararnir høvdu, við at hava verið so illa umtóktir millum manna seinnu árini, oyðilagt hansara møguleikar fyri at verða valdur sum nýggjur amerikanskur forseti. Eg meti, at McCain stillaði upp til skeiva tíð og til skeivt stað. Sjálvandi fór hann sum republikanskt forsetavalevni ikki at vinna á Obama, einum framúr røðara, eftir at hansara floksfelagi Bush frammanundan hevðivæl og virðiliga syrgt fyri at skatt umdømið hjá republikanarunum. McCain skuldi heldur havt stillað upp til forsetavalið í 2000 ímóti Al Gore, og hevði hann tá vunnið á Gore, so vænti eg, at hann hevði gjørt eitt væl betur arbeiði sum amerikanskur forseti, enn hvat Bush hevur gjørt. McCain stillaði eisini upp í tí republikanska flokkinum sum eitt møguligt forsetavalevni fyri republikanararnar, men republikanararnir vildu heldur hava Bush sum forsetavalevni. Kanska var tað eitt mistak, sum republikanararnir í dag mugu svíða fyri. Eg meti tó ikki, at Bush er tann ringasti forsetin í nýggjari tíð. Tann heiðurin sleppa demokratarnir Truman og Johnson at kappast um.

 

 

Obama skal hjálpa tí vanliga amerikanaranum

 

Obama skal tey næstu fýra árini vera amerikanskur forseti. Hann hevur lovað broytingar, men spurningurin er so, um Obama fer at liva upp til síni lyfti. Spurningarnir, sum man kann seta sær, eru m.a., um Obama fer at megna at gera USA til eitt land, sum í ein nógv størri mun enn áður fer at taka sær av teimum veiku í samfelagnum, tí er tað nakað, sum USA tørvar júst nú, so er tað, at sitandi stjórnin tekur sær av teimum veiku í samfelagnum. Sikke´nakað sosialdemokratiskt tvætl, kann nú onkur hugsa um meg, men eg vil nú ikki siga, at tað einans er eitt sosialdemokratiskt element í tí at hjálpa teimum veiku í samfelagnum, tí hvørji eru tey veiku í amerikanska samfelagnum ? Jú, tey veiku í amerikanska samfelagnum er í roynd og veru ein ógvuliga stórur partur av amerikumonnum. Eitt er tað, at tað eru nógv, sum eru heimleys í USA, men eitt annað er tað, at tað er so nógv, nógv torførari hjá tí meiniga amerikanaranum at fáa endarnar at røkka saman, enn tað er hjá tí meiniga manninum í Vesturevropa og serliga í Norðanlondum. Eg má siga, at tað hevur veruliga tikið meg av bóli, meðan eg havi verið her í Kalifornia, hvussu strævið tað er hjá nógvum at fáa endarnar at røkka saman. Amerikumenn fáa eitt nú ikki studning sum vit fyri at ganga á universiteti og noyðast at gjalda 30.000 kr um árið fyri at ganga á universiteti pluss aðrar útreiðslur. Fyri at gjalda hesar 30.000 krónirnar noyðast teir at taka lán, sum teir so koma at hanga uppá ein stóran part av teirra lívi. Aftrat hesum útreiðslum hava teir allar tær vanligu útreiðslurnar, sum vit vanliga hava í Evropa, og meira aftrat, tá tær høgu healthcare útreiðlurnar verða roknaðar uppí, og sum rosinan í pylsuendanum, so er lønin ikki serliga høg her í USA ; Onkur, sum eg kenni, verður løntur við undir 10 dollarar um tíman.

 

 

USA sendir ov nógvar pengar til Langtbortistan

 

USA sigst at vera eitt ógvuliga kristið land, m.a. tí at tað er so konservativt. Men eg má spyrja meg sjálvan, hvar kristindómurin hevur verið í USA hesi seinnu mongu árini. USA skal eitast at vera høgravent og skal eitast at trúgva uppá hugsjónina um at hava ein lítlan stat, og hetta er annars ein hugsan, mær dámar væl, men tó so, hóast trúnna uppá ein lítlan stat, so hevur USA ein risastóran stat. Og hvat nýtir USA so hendan risastóra statin til ? At hjálpa tí meiniga manninum ? Nei, USA nýtir statin til at hava eitt óneyðuga stórt hernaðarveldi, sum bara er voksið og voksið hesa síðstu mongu áratíggjuni. USA nýtir pening til at hava hermegi í øllum møguligum londum kring heimin og nýtir eitt ótal av pengum til at tryggja seg hernaðarliga. Spurningurin er, um hesir pengar ikki vóru betri brúktir. Hvat við at betra um korini hjá tí einstaka borgaranum ? Soleiðis, sum eg skilti Jesus úr Nazaret og kristindómin sum heild, so skal man hjálpa hvørjum øðrum. Jesus gav blindum sjónina aftur, og hann grøddi lamin, og hetta eru so tvey dømi um, at Jesus gav fólki møguleikan til at liva eitt lukkuligt lív. Vit eiga at gera tað sama. Statir eiga at gera tað sama. Statir eiga at geva fólki møguleikan til at liva eitt lukkuligt lív, og er tað nakað, sum nógvir, nógvir amerikumenn ikki hava, so er tað møguleikin til at liva eitt lukkuligt lív. Teir hava ikki møguleikan til at liva tann amerikanska dreymin. Obama tosar um, at hann skal geva amerikumonnum møguleikan til eitt eydnuríkt lív. Vónandi megnar hann at geva amerikumonnum møguleikan til eitt eydnuríkt lív.

 

Obama skal veita amerikumonnum møguleikan til frælsi

 

Eg síggi tað ikki sum sosialdemokratismu at geva fólki møguleikan til eitt eydnuríkt lív. Jú vist, kann onkur siga, at Obama ætlar sær í holt við átøk, sum kunnu roknast at vera vinstrasinnað, men eg síggi tað nettupp sum ein part av sosialliberalismuni, tá Obama vil geva fólki betri møguleikar til at liva tann amerikanska dreymin. Tað er jú ikki bara sosialdemokratisman, ið hevur patent uppá tað sosiala aspektið. Sum liberalistur trúgvi eg uppá frælsi, bæði til tjóðina og til tann einstaka frá hjálandavøldum og frá statinum sum heild, men í tí amerikanska førinum, sýnist tað mær, sum um at amerikumenn eru sum børn, ið eru sloppin leys út í umstøður, har tað, orsakað av strukturellum frágreiðingum, er teimum ómøguligt at klára seg - tey eru fræls, men umstøðurnar loyva teimum ikki at njóta frælsið. Tað er tá, at staturin, sum eitt neyðturviligt "evil" eigur at traðka til, og geva tí einstaka betri kor, so at hann kann liva tann amerikanska dreymin og njóta frælsið, og vónandi er tað hetta, Obama fer at megna at útinna sum nýggjur amerikanskur forseti.

 

Amerikanski staturin skal vera meira menniskjansligur

 

Tí kann USA sum eitt kristið land tola tað, at tess íbúgvar líða so nógv, sum teir nú einaferð gera ? Um svarið er ja, so lovyi eg mær at ivast í, hvussu kristið USA nú einaferð er. Og tað syrgiliga er, at eg loyvi mær at ivast í, hvussu kristið USA er. USA er eitt land, sum er eyðkent av morali, og av alt skal vera so og so strangt, og alt skal vera lóg og ordan, men tá tað kemur til at hjálpa og til at bøta um umstøður hjá fólki, so hava myndugleikarnir brádliga ongan áhuga í at hjálpa. Eitt einfalt dømi um hetta er ein fátækur maður, ið gekk á einari metro-støð í Los Angeles uttan metro-ferðaseðil, og tað er sum kunnigt forboðið at vera á nakrari metro-støð uttan ferðaseðil. Politiið sá mannin, spurdi hann um ferðaseðilin og róku hann so av metro-støðini, tá ið tað varð teimum greitt, at maðurin ongan ferðaseðil hevði. Hatta er USA, tá tað er ringast. Tú hevur nakrar strangar lógir at fylgja eftir, sum staturin hevur sett, og so leggur man ikki í tínar umstøðir, so leingi tú fylgir lógunum. Amerikanski staturin hevur ongar trupulleikar í at fremja lógir, ið eru við til at gera alt strangari, men staturin hevur ógvusligar trupulleikar, tá tað kemur til at hjálpa sínum íbúgvum úr truplum umstøðum, og tá kemur til at vísa menniskjansligar kenslur og samkenslu sum heild.

 

Proposition 8 - Samkynd í Kalifornia sleppa ikki longur at gifta seg

 

Og so er tað tann kristni høgravongurin í USA. Tað var júst hesin, sum legði uppskot fram, Proposition 8, um at fremja eina grundlógarbroyting í grundlógini fyri Kalifornia, so at tað ikki longur skuldi vera møguligt hjá samkyndum at gifta seg. Uppskotið varð samtykt týsdagin, sama dagin sum forsetavalið stóð á skránni, við 54% fyri og 46% ímóti. Hetta uppskotið, sum varð lagt til fólkaatkvøðu her í Kalifornia, hevur vakt stóran ans millum manna og hevur her í San Diego havt kanska ein størri áhuga millum manna, enn hvat sjálvt forsetavalið hevur havt. Tað er soleiðis, at San Diego er ein ógvuliga liberalur býur, og tað er ein rúgva av samkyndum her í San Diego, og serliga í býarpartinum, har eg sjálvur búgvi, og tí hevur man sæð nógv av val-reking fara fram, serliga til frama fyri tey, sum ikki vildu hava uppskotið samtykt. Uppskotið varð tó samtykt til stórt vónbrot fyri øll tey samkyndu í býarpartinum, har eg búgvi, og nú er tað so ikki longur møguligt hjá samkyndum í Kalifornia at gifta seg. Hetta minnir meg á stríðið um víðkanina av Grein 266b, sum var fyri tveimum árum síðan. Tá víðkanin av 266b var ein veruleiki eftir atkvøðugreiðslu í løgtinginum varð tosað um í tí kristnu leguni, at víðkanin av 266b var fyrsta stigið av eini glíðibreyt, sum Føroyar nú vóru á veg ígjøgnum, sum fór at vera til frama fyri rættindini hjá teimum samkyndu. Nú síggja vit altso tað umvenda henda í USA. Tey samkyndu missa rættindini, tey annars hava havt, og við hesum skuldu Miðflokka-fólk nú havt orsøk til at smílast, tí endiliga hendir nakað jaligt í hesi óndu verð. USA hevur við hesi grundlógarbroyting aftur vent sær til Gud. Hetta síðsta sigi eg við einum ironiskum undirtóna !!

 

Eg má spyrja meg sjálvan, um tað veruliga eigur at vera tann fyrsta raðfestingin hjá okkum at leggja allan okkara dent á taka rættindi frá fólki, og í hesum føri er tað so talan um rættindini hjá teimum samkyndu í Kalifornia at gifta seg. Fyri tað fyrsta so haldi eg ikki, at tað er í lagi, tá samkynd gifta seg, tí eg meti hjúnabandið vera millum mann og kvinnu, men hinvegin so meti eg heldur ikki, at tað er í lagi, tá fólk taka rúsevni, men hetta merkir ikki, at eg eri ímóti fríari rúsevnissølu. So eg haldi ikki, at tað er í lagi, tá samkynd gifta seg, men hetta merkir ikki, at eg neyðturviliga eri ímóti tí, og so slett ikki, tá tey samkyndu í Kalifornia longu høvdu hesi rættindini, rættindi sum tey ikki hava longur. Eg haldi sum so, at so nógv sum gjørligt skal vera loyvt, tí eg trúgvi ikki uppá forboð. Forboð forða ikki tingum í at henda, m.a. er tað ikki loyvt at nýta rúsevnu, men fólk fáa hendur á rúsevni allíkavæl, og man kann spyrja seg sjálvan, um tað ger ein stat so øgiliga nógv "kristnari", tá hann hevur øll møgulig forboð. USA hevur nógv forboð av ymsum slag, men hvussu ber USA seg at móti øllum teimum mongu veiku í samfelagnum ? Jú, amerikanskir staturin vil ikki hjálpa teimum. Ístaðin nýtir USA stóra orku uppá at raðfesta eitt nú Afghanistan, og hetta er nakað, sum Obama eisini ætlar sær at gera framyvir. Og USA nýtir eina øgiliga orku innan politi-verkið fyri at basa narko-heiminum. Hetta eru alt raðfestingar, sum hava við sær, at tey veiku ikki verða raðfest líka høgt, sum tey nú einaferð áttu at verið raðfest. Og tá summir amerikumenn royna at spæla kristnir við at tosa ímóti rættindum hjá m.a. samkyndum og við at tosa ímóti fríari fosturtøku, so er tað bara so ræðuliga dupultmoralskt og minnir meg á ein hátt um fariseararnar í Nýggja Testamenti.

 

Eg eri als ikki nakar samkynd-fjeppari ella nakar fría-fosturtøku-fjeppari, men eg haldi, at fólk skulu fyrst og fremst hugsa um, hvussu næstin hevur tað. USA hevur ov nógv av fólki, ið geva sær stundir til at tosa um, hvussu skeivt tað er at vera samkyndur, meðan USA á hinari síðuni hevur ov lítið av fólki, og serliga innan statsverkið, ið gevur sær stundir at leggja í, hvussu nógvan pening fólk vanta í fyri at kunna gjalda teirra sjúkrahúsrokning. Eitt land sum Føroyar hevur ráð til at tosa um rættindi hjá samkyndum og líknandi, tí Føroyar eru somikið væl fyri. Øll hava tað sum so gott í Føroyum, í hvussu er í mun til USA, men í USA eigur man fyrst og fremst frá politiskari síðu at leggja dent á, at teir grundleggjandi tørvirnir hjá tí einstaka verða nøktaðir. Tá hesir tørvir hjá tí einstaka eru nøktaðir, so kann man fara at skeldast um, t.d. Propositon 8 skal verða samtykt ella ikki. Bíblian tosar nógv um, hvat er rætt, og hvat er skeivt, men tað, sum Jesus fyrst og fremst legði dent á, var, at teir grundleggjandi tørvirnir hjá fólki vórðu nøktaðir. Vónandi kann Obama gera tað sama sum Jesus, nakað sum eg vænti, at hann ikki megnar, men latið okkum nú vóna tað besta og geva manninum ein møguleika.

 

Niðurstøða

 

So Obama slapp fram at og hevur nú møguleikan til at broyta amerikanska samfelagið. Fólk eru sum heild glað fyri, at Obama vann valið, tí tað eru nógv her, sum ikki hava tað gott, og í Obama síggja nógv ein mann, sum kann bøta um teirra umstøður. Eg skilji ikki, hví tey gera tað, men so hava tey í hvussu so er eina vón her í lívinum, og tað er so altíð nakað. Vónandi kann Obama broyta amerikanskan politikk. Eg haldi, at tá man endiliga skal hava ein stat, so kann man akkurát tað sama nýta hann til frama fyri tann vanliga borgaran heldur enn at hava hermegi í eitt nú Vesturevropa, og eg haldi, at staturin eigur at geva fólki so nógv frælsi og rættindi til tann einstaka sum gjørligt. Staturin skal tæna fólkinum. Staturin skal ikki vera tann, sum setur óneyðug forboð.

 

So nú er amerikanska valið av á hesum sinni, og føroyskur fjølmiðlarnar fara nú at venda nøsini heimeftir til kommunuvalið, sum verður á skránni. Men tíðin, ja, hon rennur sum streymur í á, og um fýra ár, so er aftur amerikanskt forsetaval á skránni, og tá skal tann republikanski flokkurin royna at endurvinna tey Hvítu Húsini frá Barack Obama og demokratunum. Møguliga burdu republikanararnir roynt at gjørt hetta við leiðslu av einum manni, sum ber navnið Ron Paul....