Eitt endurreist ríki
Tann, sum í hesum døgum, nú Týskland fer á val, spákar í landsins býum, sær eitt fólk, hvørs einstøku borgarar tykjast nøgdir, fegnir um sítt lív og sítt arbeiði og ídnir eftir at greiða gerandisdagsins praktisku, ítøkiligu spurningar. Yvir andlitunum hvílir ró, samljóð og ikki sjáldan umhugsni, og summi strála av gleði og innankæti. Er skúlin nóg góður? Hvussu fái eg mítt barn inn á eina vøggustovu? Sleppi eg at varðveita mítt arbeiði?
Tað merkiliga og hugtakandi við hesum bílæti fata bara tey, sum síggja nútíðina úr fortíðar perspektivi. Tað nýggja Týskland varð til í 1871, savnað eftir trý preussisk kríggj, móti Danmark, Eysturríki og Fraklandi. Tann mikli savnarin var Bismarck, jarnkanslarin, vísasti og framskygdasti statsmaður, landið hevur havt.
Árini 1890 til 1945 eydnaðist tað amatørunum Wilhelmi II og Adolf Hitler at forkoma hansara verki. Í 1989 bleiv ríkið aftur savnað, og í dag heldur verkið hjá Bismarck fram, við tí muni, at á odda í dag stendur, ikki nakar strangur jarnmaður, men ein blíð, varislig og mjúkorðað kvinna.
Í morgin, leygardagin tann 27. september, fara ríkisins borgarar á val. Tá skulu avrikini hjá Merkel og hennara stjórn standa sína roynd.
Lehman Brothers
Á Bismarcks døgum hevði Týskland ein stóran trupulleika, sum var geostrategiskur og kom av, at landið var girt inni millum tvey stórveldir. Í dag, takkað veri ES og múrsins falli, eru slík geostrategisk áhugamál ikki, fyribils í hvussu er, longur á skránni. Men nú í 21. øld hava nýggir trupulleikar - sum vit serstakliga kunnu hefta at tveimum døgum, tí 11. september 2001 og tí 15. september 2008 - víst síni grimu andlit.
Henda seinna hendingin, tá ið Lehman Brothers í USA fóru á heysin, avdúkaði ein kapital, sum var fúsur at eta sín egna kropp á svaðasvørði, og eina bankastætt, sum var fús, í sínum ódugnaskapi, grammleika og amorali, at taka sjálvt grundstøðið bæði undan sínum egnu stovnum og undan veldugum ríkjum.
Prestadóttir
Tann politiska samansetingin er í Týsklandi í løtuni tann, at í landinum valdar ein stór samgonga, sum hetta verður rópt, millum teir báðar gomlu høvuðsflokkarnar, mótpólarnar CDU (samgonguna CDU-CSU) og SPD, tann týska javnaðarflokkin.
Á odda fyri hesi samgongu stendur Angela Merkel, prestadóttir, protestantur, fødd í 1954 í Hamburg, uppvaksin í býnum Templin í tí, sum tá æt DDR (Eysturtýskland). Hon er útbúgvin alisfrøðingur, dugir russiskt sera væl og hevur ein serligan tokka til teir russisku rithøvundarnar Tolstoj og Dostojevskij.
Angela Merkel tók við sum kanslari í november 2005, eftir javnaðarmannin Gerhard Schröder. Hon er, um vit brúka ein fortugdan samanburð, alt tað, sum Margaret Thatcher ikki var, rólig, blíð, fólkalig, sjáldan áleypandi, men trek at taka avgerðir. Hyggur ein at hennara flokki, so hevur CDU festi í Vestur- og Suðurtýsklandi, meðan CSU er gróðursett í tí katólska Bayern. At norðurtýskarin, protestanturin og kvinnan Angela Merkel hevur megnað at koma sær fram á oddan í hesum flokki er eitt bragd.
Hon hevur havt stóra ávirkan á tann afturhaldsflokkin, hon umboðar, brýnt og nútíðargjørt hann við m.a. at føra ein virknan familjupolitikk, har fleiri vøggustovur, stuðul til fólk við børnum og foreldrafarloyvi hava staðið á skránni. Av teimum 16 limunum í hennara stjórn vóru frá byrjan seks kvinnur.
Hólmgongan
Angela Merkel hevur av hesi grund fingið vaksandi undirtøku frá týskum kvinnum, kanska serliga teimum norðanfyri. Men hennara viðburður kann eisini koma av, at hennara persónsmenska á onkran ófrásigiligan hátt tykist ekkóa í nútíðarinnar týska lyndi, har varsemi, kurteisi og medvit um gerandisdagsins mál eru sjónsk.
Tað minniligasta kapitlið higartil í tí týska valstríðnum var sjálv hólmgongan, sum fór fram sunnukvøldið tann 13. september, millum tann kvinnuliga kanslaran og hitt kanslaraevnið, SPD-oddamannin og uttanríkisráðharran Frank-Walter Steinmeier. Fjølmiðlarnir høvdu frammanundan spátt, at hetta orðaskiftið fór at vera deydligt, keðiligt og holdleyst. Og rætt er tað, teir fingu ikki tað kegl, tað brigsl ella ta øsing, teir høvdu ynskt sær, men hólmgongan var hvørki keðilig ella innihaldsleys.
Kjarnorka og minstaløn
Kanslarin og uttanríkisráðharrin umrøddu nøkur høvuðsmál, m.a. búskapin, bankabjargingarnar, orkupolitikk, útbúgving, umhvørvi og kríggið í Afghanistan. Tey fegnaðust um eitt samstarv, sum higartil, at síggja til, hevur ført Týskland snikkaleyst ígjøgnum ta verstu peningakreppuna síðan tríatiárini.
Men semja var ikki um øll mál. Merkel vildi ganga við til við lóg at leggja loft á lønir og viðbøtur hjá bankastjórum og virkisleiðarum, men var ímóti tí minstuløn fyri arbeiðandi fólk, sum Steinmeier hevur á skránni. Javnaðarflokkurin hevur á skránni, at Týskland longu nú skal fara at byggja upp ein alternativan orkupolitikk, Merkel hinvegin heldur uppá kjarnorku í rúma tíð aftrat.
Steinmeier
Serliga áhugavert er, hvat slag av samgongu Týskland fær eftir valið. Ein stór samgonga sum tann, ið hevur sitið árini 2005-9, er skapt av neyðsyn, av tí einføldu grund, at høvuðsflokkarnir ikki hava fingið nóg stóra undirtøku til at kunna samstarva við onkran av teimum minnu flokkunum, eitt nú FDP (t.e. Teir Fríu Demokratarnar), Teir Grønu ella vinstraflokkin hjá Oskar Lafontaine.
Angela Merkel og hennara mótvalevni ynskja sær, hvør sær, slíkan viðgang, at tey kunnu slíta samstarvið, og tað bleiv greitt á hólmgonguni, at CDU-CSU fegnast samstarvar við FDP, javnaðarflokkurin hinvegin við Teir Grønu, men ikki við Die Linke hjá Lafontaine.
Sum framførsla var hesin fundurin als ikki nøkur hólmgonga, tí bæði kanslarin og Steinmeier vóru saklig, mentað, róliga próvgrundandi og fólkalig. Týsk bløð hava funnist at hesum mjúka tóna, men ein hevur hug at venda bílætinum og siga, at týskurin kann vera errin av at hava so mentað og siðilig oddafólk. Steinmeier hevði einar tvær-tríggjar ferðir hug at vísa klørnar, hetta kom óvart á eygleiðarar, og hann varð tí hildin at vera við yvirlutan í orðaskiftinum. Angela Merkel kendist hinvegin, púra óáleypandi sum hon var, á onkran merkiligan hátt dámlig og samstundis eitt sindur verjuleys, sum eitt kløkkað dádýr.
Russland
Eitt týðandi uttanríkismál, sum als ikki var nevnt, er samstarvið við Russland. Hesin spurningur var nógv frammi í fjør, fyrst og fremst av teirri orsøk, at kríggj var eitt stutt skifti millum Georgia og Russland. Stjórnin hjá Bush vardi Georgia, og av fjølmiðlunum vestanfyri var skapt eitt serligt bílæti, har eitt lítið sakleyst land varð álopið og knúskað av einum stórveldi.
Sum ikki eina ferð var henda svart-hvíta myndin alt ov einføld. Tí í fyrsta lagi hevur tann ágangandi, imperiali politikkurin hjá Bush gjørt russarar erkvisnar, og í øðrum lagi kom tvídrátturin lutvís av, at nationalistar í Georgia vildu kúga eitt uppaftur minni land, tað loysingarhugaða Suðurossetia, sum søkti sær hjálp í Russlandi.
Støðan hjá Angelu Merkel var torfør, tí øðrumegin er hon talskvinna fyri frælsi og fólkaræði, hinumegin vita øll, at Týskland fær ein stóran part av síni orku frá tí russisku risafyritøkuni Gazprom. Sum heild tykjast Angela Merkel og Frank-Walter Steinmeier, kanslarin og uttanríksráðharrin - við, sipandi til Putin, at halda fast um mannarættindir, við at finnast at Georgia og við at røkja samstarvið við Russland - at hava verið við til forða fyri, at kreppan endaði í einum stórkríggi. Tey vístu dugnaskap og skynsemi.
Kalifatsins andlit
Bardagin í Afghanistan hevur verið nógv frammi undir valstríðnum av teirri grund, at týski herurin fyri stuttum, við býin Kunduz, framdi eitt álop á tvey tangalasttok hjá Taliban, sum kostaði ikki fáum sivilfólkum lívið. Hetta var sama slag av mistaki, sum USA undir Bush hevur gjørt ferð eftir ferð, munurin er bara, at nú finnast amerikanarar at Týsklandi.
Málið er ógvuliga viðkvæmt, tí hvørt einasta mistak verður brúkt av fíggindanum til at øsa fólk upp ímóti Karzai-stjórnini og hennara vesturlendsku stuðlum.
Sum heild eru bæði CDU-CSU, SPD og FDP, men ikki vinstraflokkurin hjá Lafontaine, fyri at verja ta unga, trilvandi fólkaræðið í Afghanistan við vápnamegi. Men Karzai-stjórnin er ikki lýtaleys, og eingin veit í grundini, hvussu hesin leikur fer at enda. Hinvegin eru líkindini til, at Taliban fara at sigra, fyrst í Afghanistan og síðani í Pakistan, seta kalifatið á stovn, nokta gentum skúlagongd og fáa ræði á kjarnorkuvápnum, millum tey mest ræðandi í heiminum í dag.
Tað er søgunnar speisemi, at Angela Merkel í 2003, áðrenn hon bleiv kanslari, tók undir við krígnum móti Irak, sum George W. Bush - ein politiskur amatørur, sum ikki dugdi at skyna á muninum millum shia- og sunnimuslimar - setti í verk.
Bankakervið
Hetta kríggið bant niður ta hernaðarorku, ið átti at farið til stríðið móti Taliban, og ta sosialu og peningaligu orku, ið kundi farið til vegir, skúlar og sjúkrahús og annars alt siviløkið í Afghanistan. Irak-kríggið verður av serfrøðingum hildið at vera ein høvuðsgrund til, at tann víðgongda sunnirørslan har eysturi, sum Taliban umboðar, nú hevur fingið fótin fyri seg aftur.
Men høvuðsmálið í Týsklandi beint nú er búskapurin. Arbeiðsloysið var nógv minkað, ríkisskuldin somuleiðis, tá ið amerikanskir bankar, orsakað av grammleika og ódugnaskapi, komu sær sjálvum í óføri og tóku bæði sítt egna land og ein stóran part av heiminum sum gísla. Stjórnin hjá Merkel var við til, saman við henni hjá Gordon Brown og henni hjá Sarkozy, at bjarga bankum og fyritøkum og lata tann meiniga mannin rinda skuldina.
Í Týsklandi tykist standa væl til, í løtuni og sæð á skræðuni. Men eingin veit, hvussu hesin leikur fer at enda. Í Le Monde skrivar búskaparfrøðingurin Paul Jorion, at tann deyðiliga búskaparliga virussjúkan framvegis er virkin, og at tær fyritreytir, sum gjørdu, at Lehman Brothers fóru á heysin, framvegis eru til staðar.
Trótandi fastleiki
Um leiklutin hjá Angelu Merkel skrivar Spiegel-blaðstjórin Dirk Kurbjuweit (í bókini Angela Merkel – Die Kanzlerin für alle?), at hon ikki hevur víst fastleika og leiðaraevnir, at hon ikki hevur staðið á brúnni, men hevur latið Brown og Sarkozy taka avgerðirnar og halda um stýrisvølin. Og, fyrst og fremst, at hon ikki hevur megnað at tala til sítt fólk, sum ein Helmut Schmidt hevði gjørt, peika á vegin yvir um kreppuna og gera greitt, hvør hevur ábyrgdina, hvør skal gjalda og hvørjar treytirnar verða.
Hetta seinasta er kanska, tá ið samanum kemur, tað sum telur mest. Tann vanligi borgarin, sum hevur goldið fyri ábyrgdarloysið, grammleikan og tað fakliga dugnaloysið hjá bankastjórum og fíggjarbarónum, bæði í USA, Íslandi, Týsklandi og mongum øðrum londum, fer, so skjótt sum avleiðingarnar sansa at, at krevja rættvísi.
Skattur á fíggjarmarknaðin
SPD hevur tí skotið upp, við lóg at áleggja ein skatt, sum teir rópa, við einum longum orði, Finanzmarktsteuer (fíggjarmarknaðarskattur). Bankar og fíggjarstovnar skulu sjálvir í framtíðini rinda fyri síni mistøk! Hesum vil Angela Merkel ikki vita av. Kanska hevur hon ikki, líka so lítið sum okkara heimligi fólkaflokkur, fatað, at tíðin hjá Friedman og nýliberalismuni er av, og at bæði umhvørvislig, orkupolitisk, búskaparlig og moralsk atlit rópa eftir einum paradigmuskifti.
Paradoksið er, at júst í hesum, tí varisliga og vingluta, tí ov kámu politisku andlitsgreinini, finna vit grundina til, at Angela Merkel er so væl umtókt. Hon hevur megnað at vinna sær tokka hjá øllum, kvinnum og monnum, høgra og vinstra, at gleiva yvir um miðjuna. At hon, sum fyrsti kvinnuligi kanslari í Týsklandi, hevur skrivað søgu, um tað er eingin ivi.
Men skal henda søgan fáa lit og hold og varandi pláss í eftirtíðar skjølum, krevur hon at fáa ein møguleika aftrat. Hvørt hon fær henda møguleika, tað gera týskir veljarar av í morgin.