Tann ónda lagnan

NÝGGJ SKALDSØGA Hervilig sjúkralega, virkin deyðshjálp og kærleiki. Tað eru evnini, sum 23 ára gamli Hanus Samró tekur til umrøðu í ungdómsskaldsøguni, hann gav út í síðstu viku. - Eg kann ikki siga, hvussu lesarin skal lesa bókina, men søgan er um tvey ung fólk, sum eru fyri nøkrum hendingum, sum øll kunnu renna seg í, sigur rithøvundurin

- Satt at siga, so hevði eg ikki ánilsi av, hvat skaldsøgan skuldi snúgva seg um, tá eg fór undir verkið í 2008. Eg var vikarur í Eysturskúlanum um hetta mundi, har eg undirvísti í framhaldsdeildini. Tá fekk eg at sanna, at allar bøkurnar, sum næmingarnir lósu í skúlanum, vóru um útróður, rotiskógvar og annað, sum er púra ótíðarhóskandi fyri tey, sum vaksa upp nú. Tí fór eg undir eina ungdómsskaldsøgu, sum tey kunnu fyrihalda seg til.

Sum formaður í ungdómsfelagnum hjá Fólkaflokkinum, eitt embæti, hann segði frá sær í síðstu viku, hevur 23 ára gamli Hanus Samró ofta verið talsmaður hjá føroyska ungdóminum og teimum lesandi í Føroyum. Sum íðin kjakari hevur hann verið fyrisprákari fyri einum føroyafrádrátti, og hann hevur saknað eitt størri og fjølbroytt tilboð til skúlanæmingar. Ungdómurin hevur eftir øllum at døma tikið hann í stórum álvara, tí tað vóru fremst av øllum teirra mongu atkvøður, sum førdu til, at Hanus Samró hevur tikið sæti í nývalda løgtinginum sum næstyngsti valdi tingmaður nakrantíð. Við sínum 304 atkvøðum rakk hann akkurát inn um tinggáttina sum nummar átta á listanum hjá Fólkaflokkinum.

Tvær vikur eftir løgtingsvalið er hann komin við sínari fyrstu skaldsøgu, enn sum áður, ognað teimum ungu. >>Tey bæði – trúfesti og fullkomin friður<< er heitið á bókini, sum snýr seg um ein drong og eina gentu, sum finna saman.

- Eg royni at fyrihalda meg til gerandisdagin hjá teimum ungu í dag. Hvat gera tey? Hvar fara tey? Hvussu tosa tey? Málburðurin í tekstinum er eisini flótandi og gerandisligur.

Tað hóvar kanska ikki serfrøðini, tí tað víkir frá “røttu mannagongdini,” men eg hugsi fremst av øllum um málbókin, eg skrivi til. Eg royni eisini at lýsa atferðina hjá teimum ungu, tá ið tey eru á G!-festival, eru til próvtøkur og øðrum støðum, sum tey kenna seg aftur í, sigur Hanus Samró um sína nýggju skaldsøgu, sum er lestur um nógv annað enn kærleiksøguna um tey bæði. Bókin nemur við góðu síðurnar og ringu síðurnar av lívinum, og hvussu tilveran kann laga seg – til tað góða ella tað ónda.

Herviliga vøddasvinnið
Tað kom sum ein stórur hvøkkur, tá Hanus Samró fekk staðfest sjúkuna vøddasvinn í 2002. Herviliga sjúkan ber við sær, at vøddarnir verða við tíðini nærmast svunnir burtur í einki í yvirørmunum, herðrunum, bringuni og niðara partinum av rygginum. Sjúkan er við honum allastaðni og allatíð, og tað ger gerandisdagin truplan hjá nývalda løgtingsliminum.

Sjúkan hevur eisini rakt bæði lørini, og tað hevur kanska við sær, at hann fær ikki verið við í skrúgonguni á ólavsøku, tí sjúkan loyvir honum ikki. Vøddarnir í ørmunum hvørva eisini, og tí er hann illa førur fyri at lyfta nakað tungt.

Ein stórur partur av bókini, hann hevur skrivað, er eisini um drúgva sjúkralegu. Gentan í bókini, Vár Summarró, verður rakt av vøddasvinni og rithøvundurin lýsir gjølla, hegnisliga og eymt, hvat hon hugsar, tá hon fær staðfest sjúkuna.

Hanus Samró sigur seg ikki hava trongd at siga frá avbjóðingunum, sum sjúkan elvir honum, men hann roynir heldur at varpa ljós á umstøðurnar, tá tú verður raktur av sjúku.

- Tað kundi fyri tann skuld verið krabbamein ella ein onnur sjúka. Tað er ikki heitið á sjúkuni, sum hevur týdning í hesum førinum, men hvussu tú handferð avbjóðingarnar, sum ein slík sjúka støðugt roynir at fella teg við, sigur Hanus Samró, sum ikki vil svara beinleiðis, tá hann verður spurdur, um lesarin skal lesa bókina sum eina ævisøgu um rithøvundan.

- Eg kann ikki siga, hvussu lesarin skal lesa bókina, men søgan er um tvey ung fólk, sum eru fyri nøkrum hendingum, sum øll kunnu renna seg í. Sjúkan kom óvæntað á meg, og hon broytti mína tilveru fullkomiliga. Eg eri hinvegin ikki tann einasti persónurin í Føroyum, sum hevur brek. Lesarin kann sostatt royna at seta seg sjálvan í støðuna, tí eingin dugir at siga, hvussu dagurin í morgin fer at laga seg, sigur Hanus Samró.

Virkin deyðshjálp til umrøðu
Virkin deyðshjálp verður eisini tikið til umrøðu í bókini, sum kom út hósdagin í síðstu viku. Frísinnaði og eldhugaði tingmaðurin ásannar, at tað er eitt tabuevni, sum føroyingar sjáldan tosa um í almenna rúminum. Tað broytir hinvegin ikki, at tað er eitt sera áhugavert og heimspekiligt evni, sum vit skulu viðgera, sambært rithøvundanum.

- Virkin deyðshjálp fyllir onkursvegna nógv í mínum hugaheimi, tí spurningurin snýr seg um læknar ella aðrir serfrøðingar skulu hava vald á mínum og tínum lívi. Tað er viðkvæmt og áhugavert, tí tað veldst um átrúna og áskoðan. Í bókini seti eg lesaranum nakrar spurningar, sum vónandi fær onkran at hugsa, um tað er rætt ella skeivt at veita deyðshjálp, sigur hann.

- Tað er ikki fyri at provokera. Eg havi ikki tikið støðu í hesum málinum, men tað er áhugavert at viðgera, um tað tildømis er neyðugt at liva við ófatiligari pínu, tá tú helst við sleppa undan tí, sigur hann fámæltur.

Fleiri hugskot
Tað hevur gingið við rúkandi ferð, síðani Hanus Samró flutti úr Hollandi og heim aftur til Føroya í 2007. Hann rekur fyritøkuna Ó, sum hann og ein vinmaður settu á stovn fyrr í ár, umframt at hann er tingmaður, rithøvundur og lesur stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum.

Hóast nógv jørn í eldinum, verður hetta ikki einasta skaldsøgan, sum ambitiøsi havnarmaðurin fer at lata frá sær. Hann hevur hugskot til aðrar søgur, men tað verður ikki í bræði, at hann fer aftur at skriva. Nú vil hann fremst av øllum læra politiska spælið og gera sína ávirkan galdandi, meðan hann ferðast millum snurrandi myndatól, lógarsmíð og hátíðarligar fundir.
- Eg eri púra óroyndur í landspolitikki, og nú vil eg súgva lærdóm til mín og løna teimum aftur, sum valdu meg á løgtingsvalinum. Eg royni at seta mær mál og soleiðis geva lívinum innihald, og stendur tað til mín, verður hetta ikki mín seinasta skaldsøga. Fyrst hugsi eg um tingarbeiðið, sigur Hanus Samró.
Ambitiónunum bila í øllum førum ikki.


UM RITHØVUNDAN:
Hanus Samró er 23 ár og býr í Hoyvík, har hann vaks upp. 15 ára gamal flutti hann til Hollands við familjuni.
Hanus tók prógvið í International Baccalaureate í 2007.
Hann flutti aftur til Føroya í 2008 og starvaðist eitt skifti sum læraravikarur. Hann fór undir at lesa stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetri Føroya í 2010.

Hanus Samró var valdur í løgtingið á løgtingsvalinum tann 29. oktober í ár. Hann er valdur fyri Fólkaflokkin og er tann næstyngsti valdi tingmaðurin nakrantíð.
Hann er stjóri og partaeigari í smápartafelagnum Ó.
>>Tey bæði – trúfesti og fullkomin friður<< er hansara fyrsta skaldsøga.