- Tað er sera óheppið, at danir hava tikið hesa støðuna, sigur Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, um avgerðina hjá danska undirvísingarmálaráðnum at strika tey bæði plássini hjá føroyingum á Journalistháskúlanum. Hann heldur ikki, at danir kunnu koyra okkum í ein pott saman við øðrum minnilutum, og heldur, at danir hava eina skyldu at veita okkum pláss, av tí at eingin slíkur skúli er í Føroyum, og tí at uppgávurnar til upptøkuroyndina snúgva seg um donsk viðurskifti.
- Hetta er eitt afturstig.
- Eingin veit so væl sum vit á Sosialinum, at tað er trupult at fáa útbúnar jourrnalistar, sigur Jan Müller, ið heldur, at møguligar orsøkir til hetta kunnu vera, at lønin er hægri í t.d. Danmark, og at arbeiðsviðusrskiftini á bløðum í Danmark kunnu vera betri, við m.a. at tað ikki verður kravt eins nógv av hvørjum einstøkum blaðfólki.
Hinvegin metir Jan Müller, at Sosialurin hevur verið heppin, tá tað ræður um at fáa fólk, m.o. dugnaligar studentar úr Hoydølum, og eitt positivt árin av hesum er, at fleiri av hesum hava fingið hug at útbúgva seg sum journalistar.
- Vit hava sett fleiri við, sigur blaðstjórin.
Jan Müller heldur, at tað var ótruliga spell, at Jógvan á Lakjuni ikki visti av, at plássini vórðu strikað, tí so kundi landsstýrismaðurin reagerað.
- Mær lysti at vitað, um danska undirvísingarskipanin hevur boðað frá hesum, sigur blaðstjórin, sum heldur, at vit mugu fáa danir at skilja, at vit hava tørv á hesum, so leingi vit ikki hava okkara egnu útbúgving.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Samstarv
Jan Müller leggur tó stóran dent, at tað ber eisini til at síggja tað jaliga í tí nýggju støðuni, føroyingar eru komin í.
- Vit mugu ikki grenja, men heldur síggja, hvussu tingini kunnu gerast betri, sigur Jan Müller, ið heldur at hetta kann geva okkum skumpið rætta vegin.
Blaðstjórin metir, at tað hevði verið ein møguleiki gjørt eina kombinatión, har Fróðskaparsetrið og Danmarks Journalisthøjskole gjørdu eitt samstarv, har eitt nú lærarar haðani komu til Føroya. M.a. kundi verið undirvíst í samfelagsviðurskiftum og tí málsliga partinum í Føroyum, og so kundu lærarar av journalistháskúlanum indirvíst í tí journalistiska handverkinum.
Umframt at siga, at tað er týdningarmikið, at føroyingar eisini útbúgva seg uttanlands, so sigur Jan Müller eisini, at tann málsliga parturin ikki skal undirmetast, og tí er gott at fáa júst Fróðskaparsetrið uppí.
Jan Müller heldur, at tveir journalistar um árið ikki nøktaði tørvin hjá føroyingum, og tí skal nýggja støðan eisini síggjast sum ein møgueiki sum nakað gott, og sum kann seta okkur tí gongd.
Hann metir, at tað helst hevði verið trupult at fingið politikarar at tikið undir við at byrjað ein nýggjan stovn ella okkurt líknandi, tí tað hevði helst verið ov dýrt. Hinvegin høvdu helst allir flokkar kunnað tikið undir við einum leisti, har samstarvað varð við lærustovnar uttanlands. Jan Müller metir, at nú nýggjar lógir eru komnar fyri kringvarp og fjølmiðlaábyrgd, er neyðugt at skapa góðar karmar, og at hyggja inn í kjarnuna, tí okkum tørvar útbúnar journalistar í Føroyum, staðfestir hann.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Bløð, stovnar og loftmiðlar
Jan Müller sigur seg væl skilja, at nógv tíðindafólk fara til loftmiðlarnar heldur enn á bløðini, tí sum hann sigur, so er tað spennandi arbeiði at vera har.
Hann staðfestir eisini, at fleiri privatir og almennir stovnar seta journalistar sum kunningarfólk.
- Hetta noyðast vit at ásanna, og so er at vóna, at tey gera sítt arbeiði ordiligt, sum hann tekur til.
- T.d. átti Landsstýrið fyri langari tíð síðani at sett tíðindafólk, men hinvegin ger tað tað verri hjá okkum at fáa útbúgvið fólk, sigur Jan Müller um kappingina frá slíkum stovnum.