Tannlæknastovan í Havn við í skúlarenningini

Á árligu skúlarenningini í Tórshavnar kommunu er Tannlæknastovan hjá kommununi fastur partur.

Árliga skúlarenningin í Tórshavnar kommunu verður í morgin. Tó hava næmingarnir í Kollafjarðar skúla longu runnið.

Eins og undanfarin ár er Tannlæknastovan hjá Tórshavnar kommunu partur av skúlarenningini í tann mun, at fólk frá Tannlæknastovuni fer út á allar skúlarnar at kunna um tannheilsu, eins og næmingarnir fáa okkurt nyttugt ting saman við vatni og frukt.

Í ár verða endurskin við áskriftini ?Ansað mær? latin næmingunum, sum fara at renna. Eisini fáa næmingarnir súrepli og vatn. Í fjør fingu tey t. d. ein vatndunk. Og soleiðis skiftir ár um ár tað, sum Tannlæknastovan letur børnunum í samband við renningina.

Men frukt og vatn er líkasum ein fastur táttur á skránni, tá um heilsuátøk ræður. Tær (tað arbeiða bara kvinnur á Tannlæknastovuni) leggja stóran dent á alla tíðina at kunna um heilsustøðuna við serligum atliti at tannheilsu.