Fótbóltur
Hóast tey flestu mettu, at B36 ikki veruliga fór at gera um seg í oddinum í ár, so er “nýggja” liðið enn millum tey ovaru á stigatalvuni.
Gaman í hava teir framvegis ikki verið uttan fyri Gundadal, og tað skulu teir heldur ikki hesaferð. Men tjóðurið upp til grannarnar er bert tvey stig, og tí er umráðandi at vinna, um munurin ikki skal økjast
Í mun til dystin seinasta vikuskiftið, tá eitt skert B36-lið við bit og slit basti Víkingi, eru fleiri spælarar nú tøkir aftur.
Klæmint Matras, sum hevði leikbann, er til reiðar at tørna útaftur, og tað sama eru Hanus Thorleifsson og Odmar Færø, sum báðir hava drigist við skaðar. Einasta fráveran er Ingi Højsted, sum enn má bíða nakrar vikur, áðrenn hann aftur kann spæla.
- Ta er ein sera góður stemningur í hópinum, og eg haldi, at vit hava nakrar typur, sum rigga væl sum ein eind, og har allir stríðast fyri hvørjum øðrum, sigur Klæmint Matras, sum er liðskipari hjá liðnum.
Og hann leggur afturat, at hann als ikki er bilsin av, at B36 hevur staðið seg somikið væl higartil.
- Tað eru vit ikki. Tvørtur ímóti, so haldi eg, at vit enn ikki hava víst, hvør veruligur dugur er í okkum. Seinasta dyst spældu vit í øllum førum ikki væl, men alt í alt hevur tað kanska slettis ikki sæð so galið út. Og tá vit so eisini vinna, hóast spælið ikki er av tí besta, er tað væl eisini bara ein styrkir, heldur hann.
Uttan skiparan
Hjá EB/Streymi er Egil á Bø einasti spælarin, sum ikki fær verið við. Liðskiparin fekk reytt kort, tá EB/Streymur spældi á Sandi seinasta vikuskiftið, og hann verður tí millum áskoðararnar í Gundadali.
Og hann ivast ikki í, at hann er spentur undan dystinum.
- Bæði liðini hava í løtuni sjey stig, og tann, sum fer av vøllinum sum vinnari, er í eini sera góðari støðu. Taparin noyðist hinvegin at stríðast nakað meira, so eg vóni í øllum førum, at vit fáa stigini við okkum, sigur Egil á Bø.
Nøkrum løttum dysti roknar hann tó ikki við.
- Tað sær út til, at B36 hóast alt verða rættiliga drúgvir í ár. So talan er um ein ógvuliga týdningarmiklar dyst fyri okkara viðkomandi, sigur Egil á Bø.