Taptu fyri oddinum

Føroyski Heini Hanusarson var aftur hetta vikuskiftið í dysti fyri felag sítt, Team Midtsjælland. Mótstøðuliðið hesaferð var GOG, sum í løtuni heldur til ovast á donsku hodbóltstindunum, so tað varð alla tíðina roknað við, at talan skuldi verða um trupla uppgávu hjá Heina og teimum.
Úrslitið av dystinum gjørdist eisini ein greiður sigur til geistirnar, og veruligur spenningur var sjáldan í dystinum. Men sæð úr føroyskum sjónarhorni, so er tó hugaligt at staðfesta, at Heini tykist gera alt meira um seg á liðnum. Hesa ferð skeyt hann fimm av málunum hjá TMS í 26-38 tapinum, og megnar hann at halda fast um hesar taktirnar, so verður tað kanska ikki so leingi, áðrenn hann enn einaferð kann vera maðurin aftan fyri okkurt stiggevandi málið hjá liðnum.
Team Midtsjælland er í løtuni á 10. plássinum í bestu donsku deildlini.

Danska TDC-ligan

1GOG16 stig
2AaB16
3KIF16
4Skjern12
5Tvis12
6Bjerringbro9
7Århus GF8
8Fredericia8
9Ajax6
10TMS6
11FCK5
12Silkeb.-Voel4
13Helsinge4
14Otterup4

Føroyskir leikarar: Heini Hanusarson (TMS)