Taptu ímóti uppflytarum

Gilli Rólantsson og teir úr Brann vóru fyri einum vónbroti í kvøld.

Gilli Rólantsson og hinir í Brann vóru í kvøld á vitjan hjá Kristiansund BK, sum eru uppflytarar til bestu norsku deildina, Elitserien.


Føroyski landsliðsleikarin spældi á høgra vongi. Hann var eyðsýndur fyrstu løtuna og átti eisini fyrsta møguleikan tá ið eitt lítið korter var spælt, men Kristansund-málverjin bjargaði.


Einans eitt mál kom í dystinum, og tað var Kristiansund, ið fekk hetta málið smáar 20 minuttir fyri leiklok. Brann-spælarin Bismar Acosta feldi Benjamin Stokke í feltinum, og Sverre Økland umsetti brotssparkið til mál.


Gilli spældi allan dystin. Eftir 1-0-tapið í kvøld hevur Brann nú fýra stig eftir fyrstu tríggjar dystirnar.