Taptu stórt í Spania

Bjerringbro-Silkeborg hevur ikki góð útlit fyri at koma í hálvfinaluna í EHF Cup.

Tað gekk ikki heilt eftir vild, tá ið Bjerringbro-Silkeborg og Jóhan á Plógv Hansen í gjár spældu fyrru fjórðingsfinaluna í EHF Cup á útivølli ímóti spanska Granollers.


Hálvleiksstøðan var 12-11 til heimaliðið, men í seinna hálvleiki skrædnaði hjá danska liðnum, soleiðis at Granollers vann dystin 30-24. Jóhan skeyt trý mál.


Útgangsstøðið er tískil ikki serliga gott hjá Bjerringbro-Silkeborg, sum leygardagin kl.19.30 føroyska tíð er vertur fyri seinnu fjórðingsfinaluni.