Tann 24. mars hevur Peter Lång umrøðu av kosert, sum føroyska kórið Tarira hevði í Jomalakyrkjuni á Álandi. Greinin er í blaðnum Åland.
Mett verður vert at nevna konsertina við Føroya fremsta kamarkórið, tí Áland nýtir ofta Føroyar at javnmeta seg við, tá um mentan ræður. Spurt verður fyrst, hvussu nógvar symfoniir eru skrivaðar Álandi? Svarið fáa vit í endanum av greinini.
Síðani verður greitt frá um kórleiðaran Sunleif Rasmussen, um tónleikaprísin frá Norðurlandaráðnum í 2003, um symfoniina Oceanic Days og um føroyskt tónleika- og mentanarlív sum heild, har støðug framgongd er at sjá, eisini á politiska viljanum og á fíggjarjáttanum, sum hevur havt við sær ríkt tónleikalív innan musikkskúla og at tjóðpallur við føstum sjónleikarum nú hevur latið dyrnar upp.
Frumframførsla
Lång peikar á, at danska úrvalskórið Art Nova hevur vitjað Áland fyri kortum og fegnast hann tí um vitjanina frá úrvalskórinum Tarira, sum prógvar, hvat kann koma burturúr, tá dentur verður lagdur á góðsku.
Kórið hevði álendska frumframførslu á skránni. Kjell Frisk hevði spælt sær við breiðum penslum og latið hugflogið flogið kring tekstin Herrens Bøn. Úrslitið eru tættir harmoniir. Tó krevst eitt kór sum Tarira, um verkið skal ljóma heiðurliga, sigur Peter Lång.
Og hann nevnir eisini áttaræddaðu útsetingina hjá Bjarna Restorff av sama verki, sum eisini rørdi við ummælaran og fekk hann út á ævintýr í huganum.
Ein sera væl samansett konsert, staðfestir Peter Lång á blaðnum Åland. Og svarið upp á spurningin í byrjanini er, at symfoni nummar tvey eftir Lars Karlsson er framførd í Uleåborg. Ríkismiðlarnir gjørdu fitt burturúr, men heima í Álandi tykist hendingin vera farin ómerkt framvið, harmast Peter Lång.