Tarira framførir Heimstónar í stásiligum hølum

TÓNLEIKUR

Tíðindaskriv

 

Tvey stásilig høli verða karmar um konsertinar hjá Tarira 29. og 30. mai. Fríggjadagin 29. mai 19:00 verður konsert í Müllers Pakkhúsi. Og leygardagin 30. mai 17:00 verður konsert í Mentanardeplinum í Runavík.

Tarira gleðir seg til at royna nýggju hølini í Runavík. Tað er altíð spennandi at royna nýggj høli, og nógv gott hevur verið at hoyra um hesa nýggju mentanarperluna í Eysturoynni. Tarira hevur í hvussu er í hyggja at fáa tað besta burturúr ljóðeginleikunum, ið hølini bjóða. Vónandi eru nógvir eysturoyingar, ið koma við á hesa tónlistarligu rannsóknarferð saman við Tariru.

Müllers Pakkhús og Tarira eru hinvegin at meta sum góðir, gamlir vinir, ið altíð hava tað hugnaligt saman. Hetta er av góðum grundum, tí tað eru helst fá høli, ið eru so væl egnað til tað slagið av kenslubornum tónleiki, ið Tarira hevur lagt seg eftir seinastu árini. Tað var eisini upplagt, at konsertin í sambandi við útgávuna av fløguni Døgg varð hildin her í fjør summar.

Fløgan Døgg fæst sjálvandi eisini til sølu á báðum konsertum.

 

Verk úr níggju ymiskum londum

Sangskráin ferðast hesaferð ikki so langt aftur í tíð sum Tarira annars er kent fyri. Eingin endurreisingartónleikur á hesum sinni. Elsti satsturin hesaferð er av mæta russiska tónaskaldinum Igor Stravinsky (1882-1971), so harvið má sigast, at talan er um ein rættiliga modernaða konsert.

Men tað konsertirnar ikki bjóða av søgu, bjóða tær í staðin av geografi. Leitað verður um allan heim eftir íblástri. Við støði í Føroyum verður vitjað í okkara grannalondum, Íslandi, Svøríki, Finnlandi og Danmørk. Farið verður víðari eystureftir til Eysturríkis og Russlands og heilt yvir til víðagitna japanska tónaskaldið Toru Takemitsu (1930-1996) og tvørtur um Kyrrahavið til Los Angeles, har vit syngja ein yndisligan sats av unga stjørnuskotinum Eric Whitacre (føddur 1970).

Alt hetta fyri einans 75 krónur. Og ikki er neyðugt at fara longur enn til Runavíkar ella til Havnar fyri at fáa ein smakk av Heimstónunum hjá Tarira.