TARIRA vitjar Varpið mikukvøldið kl.20

TARIRA vann heiðurin sum Føroya besta kór á kórfestivalinum, sum var hildin í Varpinum í apríl í ár.

Tíðindaskriv

 

Í annaðkvøld, mikukvøldið 22. mai kl 20, verður aftur høvið at hoyra TARIRA í Varpinum, hesaferð við eini heilari konsert.

 

Á skránni er føroyskur kórtónleikur, umframt renaissansutónleikur. Føroysku tónaskøldini eruKári Bæk, Sunnleif Rasmussen, Pauli í Sandagerði, Tróndur Bogason, Unn Patursson ogAnne Mette Greve Klemensen.

 

Kórleiðari er Bernharður Wilkinson

 

Konsertin er uml. 60 minuttir, og atgongumerkini fáast á atgongumerki.fo .

 

Meira um kórið:

TARIRA er eitt kamarkór við staðseting í Tórshavn. TARIRA var stovnað í 2002 og telur kórið20 sangarar, ið hava drúgvar royndir sum kórsangarar og innan tónleik yvirhøvur.

 

Tarira setur stóra æru í at bíleggja nýggj verk frá føroyskum tónaskøldum og á tann hátt gerakórrepertoirið í Føroyum meira fjølbroytt, áhugavert og viðkomandi fyri komandi ættarlið avkórsangarum og tónaskøldum.

 

Kórið hevur eisini lagt stóran dent á at fara út um landoddarnar at framføra føroyskan tónleik og vísa á, hvat rørir seg á føroyska kórpallinum.

 

4.-8. juni 2024 fer TARIRA á konsertferð til London og Cambridge. Tríggjar konsertir eru á skránni. Konsertskráin er fyri ein part samansett av renaissansutónleiki. Tað krevur nógv avkórinum, at syngja júst hesi stykkini í einum landi, ið hevur stolta traditión fyri júst hesi sjangruni. Umframt renaissansutónleik, er føroyskur tónleikur eisini á skránni. Hesi stykki eruútvald soleiðis, at lurtarin fær innlit í, hvat rørir seg á føroyska kórpallinum í løtuni.

 

Tónaskøldini eru Kári Bæk, Sunnleif Rasmussen, Pauli í Sandagerði, Tróndur Bogason, Unn Patursson og Anne Mette Greve Klemensen.

 

Kórleiðari er Bernharður Wilkinson