Taskur úr ruski

Rusk kann brúkast til so nógv. Á heimasíðuni www.trashbags.com.au ber til at keypa eina tasku úr ruski.

Tær kendastu og best umtóktu eru taskurnar úr juicepakkum, men eisini ber til at bíleggja taskur úr gomlum bløðum, telefonbókum og úr plastposum.

Tað eru fátæk fólk úr India, Cambodia og Filipsoyggjunum, sum hava savnað ruskið og umskapað tað. So nú ber til at fara í býin við nýggjari tasku og samstundis vísa, at tú bæði ert tilvitað um umhvørvið og tey fátæku.