Tatoveringar: Barnanøvn væl umtókt

Á leið helmingurin av teimum velja okkurt, sum hevur við børn teirra at gera.

Á leið helmingurin av teimum, sum fáa sær tatovering frá tatovørinum Terja Skibnæs velja okkurt, sum hevur við børn teirra at gera. Tað veri seg navn, føðidato, okkurt sum børnini hava teknað ella prent av fótinum ella hondini á barninum. Orsøkin er óivað hon, at tað hevur nakað at siga fyri fólk, heldur tatovørurin.

 

 

Hvørja viku tatoverar Terji Skibnæs húðina á føroyskum mammum og pápum, sum ynskja varðandi prent av motivi ella teksti, sum minnir tey á børn teirra. Soleiðis hevur tað verið alla ta tíð hann hevur verið tatovør, sigur hann.

 

 

Nógv av teimum, sum koma til Terja, at fáa sær tatovering finna íblástur til tatoveringina á netinum. Terji tekur altíð ynskini til eftirtektar, men plagar eisini at geva sítt egna íkast og mæla til broytingar, um hann heldur tað er neyðugt.

 

 

- Eg viðmæli ofta ymiskar broytingar, so tatoveringin ikki verður eitt kopi av tí, sum kundin hevur funnið á netinum. Tað er eisini umráðandi fyri meg, at eg ikki einans kopieri tað, sum onkur annar hevur gjørt, sigur hann, og leggur afturat, at summi tó koma við navni á barninum, og biðja síðani hann tekna navnið, mynstrið ella bæði.

 

 

Mótin á tatoveringunum broytist eisini, og júst nú eru nógv, sum velja tekst og Henna mynstur. Í nítiárunum vóru tað nógv, sum valdu sokallað “tribal” ella ættarbólka mynstur, greiðir hann frá. Hann leggur afturat, at hann plagar at tosa fólki frá at velja mynstur, sum eru nýggjasti móti, tí mótin broytist, og tá verða fólk troytt av tatoveringini.

 

 

Eisini mælir hann ofta til, at fólk ikki velja motiv, sum onki hava við samleika teirra at gera, sum til dømis tribal tatoveringar

 

 

- Tað er aloftast ikki relevant fyri ein føroying við eini tribal tatovering, og tí plagi eg at viðmæla, at fólk heldur hugsa um sín egna samleika, tá tey velja motiv, sigur hann til endans.