Í løtuni virka tey sild á Tavuni, og stjórin væntar, at soleiðis verður eisini í næstu viku. Í nøkur ár hevur virkið fingið lut í menningarkvotum, men í ár er sildakvotan hjá virkinum bert 160 tons

Keyptu og virkaðu 11.600 tons av gulllaksi í vertíðini

- Málið hjá okkum var 12.000 tons, men vit eru væl nøgd við vertíðina, sigur stjórin, Joen Magnus Rasmussen

 

Í løtuni virka tey sild á Tavuni, og stjórin væntar, at soleiðis verður eisini í næstu viku. Í nøkur ár hevur virkið fingið lut í menningarkvotum, men í ár er sildakvotan hjá virkinum bert 160 tons

Nú gulllaksavertíðin í ár er liðug, er greitt, at Tavan í Leirvík keypti og arbeiddi 11.600 tons.

 

Vertíðin byrjar vanliga, tá nakrir dagar eru farnir av apríl, og í heyst vardi vertíðin longri enn hon gjørdi fyri nøkrum árum síðan.

 

- Vit hava keypt og virkað 11.600 tons av gulllaksi. Málið hjá okkum fyri vertíðina í ár var 12.000 tons, so vit eru nøgd, sigur stjórin í Tavuni, Joen Magnus Rasmussen.

 

Í løtuni virka tey sild á Tavuni, og stjórin væntar, at soleiðis verður eisini í næstu viku. Í nøkur ár hevur virkið fingið lut í menningarkvotum, bæði av makreli og sild, men í ár er sildakvotan hjá virkinum bert 160 tons.

 

Stjórin sigur, at nú heildarkvotan av norðhavssild helst verður størri í komandi ári, vóna tey á Tavuni eisini, at luturin hjá virkinum í Leirvík eisini verður størri, soleiðis at sildin kann gerast ein størri partur av tilfeinginum.

 

##med2##

 

Á Tavuni verður sildin skorin til flak, síðan í bitar, sum verða marineraðir í tunnur. Virkði hevur eisini møguleikan at skera butterfly-fløk burtur úr sildini - ella úr havsins silvuri, sum onkur rópar sildina.

 

Joen Magnus Rasmussen letur annars væl at árinum í ár. Tað hevur gingið væl hjá Tavuni í fleiri ár. Soleiðis var í fjør og fleiri undanfarin ár, og alt bendir á, at árið 2025 eisini verður eitt gott ár hjá virkinum í Leirvík.

 

 

 

 

 

Í løtuni virka tey sild á Tavuni, og stjórin væntar, at soleiðis verður eisini í næstu viku. Í nøkur ár hevur virkið fingið lut í menningarkvotum, men í ár er sildakvotan hjá virkinum bert 160 tons

Joen Magnus Rasmussen, stjóri