Taxi spælir í Hvalba-bussar koyra

Áhugafelagið hjá Royn skipar fyri stórum dansikvøldi í hvalba fyri tey yngru

Leygarkvøldið, 27. februar verður stórt dansikvøld í Hvalba fyri tey yngru.

Tað verður tann vælkendi og vælumtókti bólkurin Taxi, við Kim Hansen á odda, sum fer at spæla.

Taxi er sera nógv umbiðin at spæla til dans um alt landið, so hvalbingar dylja ikki fyri, at teir meta tað sum eitt lítið kvett, at tað hevur eydnast at fáa bólkin suður.

Í sambandi við dansin fara bussar at koyra úr Vági og av Tvøroyri til Hvalbiar áðrenn dansin, og suðureftir aftur um náttina aftaná dansin.

Nær bussarnir koyra verður lýst seinni.

Tað er áhugafelagið hjá Royn, sum skipar fyri dansinum.

Áhugafelagið roynir at savna pening saman til at gjalda restskuldina í stykkinum vestanfyri og norðanfyri grasvøllin í Hvalba.

Stykkið er keypt til venjingarvøll hjá Royn.

Seinni í ár fer áhugafelagið at skipa fyri fleiri tiltøkum. Í mars, ella fyrst í apríl verður nátaveitsla og í juli mánað er ætlanin at skipa fyri tunadansi