TB argar onkuntíð B36

Í fjør endaði tað javnt, tá ið B36 var í Trongisvági

Tølini siga, at ofta hevur B36 øll stigini við sær umborð á Smyril eftir vitjan við Stórá í Trongisvági.

Men tað kemur viðhvørt fyri, at heimaliðið argar árstalsfelagið.

Síðsta dømið um hetta var í fjør, tá ið tað endaði 1-1. Tá vóru suðringar í felagsliði.

Tá ið TB fyri einum mánað síðani var í Gundadali, vann B36 1-0. Tá bjóðaði TB av, og fleiri ferðir var møguleikin at javna.

B36 hevur vunnið fimm tær seinastu ferðirnar. Síðani ímóti B36 í Gundadali hevur TB vunnið fýra stig – 1-0 á heimavølli ímóti ÍF og 2-2 á Argjum.

Benjamin Heinesen hjá B36 er tøkur aftur eftir leikbann. Málverjin Símun Rógvi Hansen hevur verið skaðaplágaður. Í ár hevur hann bara spælt ein dyst. Tað var á næstbesta B36 liðnum, sum 31. mai í Runavík tapti ímóti NSÍ.

Símun Rógvi umboðaði NSÍ í 2016 og 2017. Ætlanin var, at hann eisini í fjør skuldi verja NSÍ málið, men orsaka av skaða spældi hann ongan dyst í 2018.

Hjá TB er Luc Michael Jeggo tøkur aftur eftir leikbann.