Tveir dystir í triðja umfari í bestu fótbóltsdeildini eru spældir í dag. Í Vági vann TB grannauppgerðina ímóti FC Suðuroy 3-1, og í Streymnesi endaði tað 2-2 millum EB/Streym og ÍF.
Eftir tveir javnleikir eydnaðist tað TB at vinna fyri fyrstu ferð síðani uppflytingina. Patrik Johannesen skoraði tvey mál fram ímóti dystarenda, tá ið tveir FC Suðuroyar spælarar – Høgni Madsen og Valleri – vórðu riknir av vølli. Tíðliga í 1. hálvleiki legði Frank Odje Able TB framum. TB hevði lotið undan í 1. hálvleiki. FC Suðuroy fekk betri tak á eftir steðgin, tá ið heimaliðið hevði lotið undan. Eftir fríspark og retur javnaði Jón Krosslá Poulsen miðskeiðis í 2. hálvleiki.
So leikaði javnt á, men fram ímóti dystarenda misti FC Suðuroy tveir menn – Høgni Madsen og Valleri – sum vórðu riknir av vølli. Stutt frammanundan reyðu kortunum hevði Patrik Johannesen, sum var komin á vøllin, tá ið tað restaði ein hálvur tími, lagt TB framum aftur, og í evstu løtu staðfesti hann 3-1 sigurin.
Tapið var stórt vónbrot fyri FC Suðuroy, sum legði rygg til triðja tapið, og nú hevur 0 stig og málmunin 2-12.
Í kvøld endaði tað 2-2 í Streymnesi, har ÍF vitjaði EB/Streym. Eftir 1. hálvleik var málleyst. Nýggi EB/Streyma miðverjin Andras Olsen legði við stútara heimaliðið framum, men lítla løtu seinni gjørdi heimaliðið sjálvmál. Heilt svart sá tað út, tá ið innskifti Andy Olsen legði ÍF framum, men stutt undan leikloki javnaði Leif Niclasen eftir innlegg úr høgru frá innskifta Jens Michael Jensen.
FCSuðuroy-TB 1-3 (0-1)
0-1: Frank Odje Able
1-1: Jón Krosslá Poulsen
1-2: Patrik Johannesen
1-3: Patrik Johannesen
EB/Streymur-ÍF 2-2 (0-0)
1-0: Andras Olsen
1-1: sjálvmál
1-2: Andy Olsen
2-2: Leif Niclasen
Í morgin eru tríggir dystir á skránni: AB-Víkingur, B36-NSÍ og KÍ-HB.
Støðan: NSÍ 6 stig, TB 5 stig, KÍ 4 stig, ÍF 3 stig, Víkingur, B36, HB, AB og EB/Streymur 2 stig og FC Suðuroy 0 stig.
Á in.fo varð fylgt við gongdini í teimum báðum dystunum í dag