Flogbóltur
Ikki hevur verið tann nógvi spenningurin í Eik-liguni hjá kvinnum, har tað teir báðar fyrstu triðingarnar av kappingini hevur verið SÍ – og so hini. Men við sigrinum á SÍ í Trongisvági í gjár vendi TB hesum á høvdið, tí samstundis sum tvørakvinnur fingu ein kærkomnan sigur, var munurin á stigatalvuni skorin niður í helvt – so nú er tættari og meira spennandi enn nakrantíð.
SÍ er framvegis oddalið, hóast tapið, men TB er bara tvey stig aftanfyri. TB hevur eitt stig niður til Mjølnir, tvey niður til Fleyr og fýra niður til Drátt, so nú skjøtil verður settur á síðsta triðingin av kappingini og seks dystir eru eftir, kann nógv henda, áðrenn klárt er til FM-finalurnar.
Ósigurin var tann fyrsti hjá SÍ hetta kappingarárið, men hann kom so í einum dysti, har ábendingar vóru um, at tað framvegis eru hesi bæði liðini, ið eru heitastu finalukandidatarnir. Talan var um ein gjøgnumgangandi góðan dyst, har báðir partar vístu seg frá síni bestu síðu við góðum spæli, men har TB vildi meira og fekk maksimalt burtur úr motivatiónini, ið ikki tóktist tróta.
TB streyk avstað
Tvørakvinnur komu á odda 2-0, áðrenn tær úr Sørvági ordiliga vóru komnar í gongd. Í fyrsta setti fylgdust liðini upp til 14-13, men so dró TB frá. Alt kom uppaftur av gólvinum og spælandi venjarin, Gudrid Nolsøe, gekk undan á vøllinum sum ein brandur.
Framvegis hevði SÍ ikki fótað sær, tá annað sett byrjaði, og enn eina ferð hevði Gudrid ein fingur við í spælinum, tá hon beinanvegin servaði TB framum 8-1. SÍ fekk svarað eitt sindur aftur og minkaði munin niður í fýra stig, men so fór TB avstað. Nú traðkaðu eisini Marina Popovic og Katrin Petersen í karakter, og tað byrjaði at líkjast einum avsmurningi.
At sørvágskvinnur ikki skuldu makta nakað, var rættiliga ótrúligt og lítið sannlíkt, og tað vístu tær so eisini í triðja setti, tá tær komu betur við. Samstundis sum TB ikki ordiliga megnaði at halda høga stigi frá teimum báðum fyrstu settunum, tók SÍ meira yvir, so dysturin javnaði seg. SÍ kom ímóti endanum á odda 21-20, tá Heidi Christiansen mestsum avgjørdi við trimum servuessum, áðrenn SÍ vann síðsta spælda bóltin og nú av álvara var við aftur í dystinum.
Høllin kókaði
Teir mongu áskoðararnir í høllini í Trongisvági, harav teir flestu sjálvandi vóru TB-fjepparar, gjørdu sítt til at skapa góðar karmar um dystin, og afturfyri fingu teir eisini eitt sera spennandi fjórða sett, har liðini fylgdust upp til 13-13 – enntá við fleiri longum duellum.
Nú sá SÍ út til at seta seg á tað nógva og fór framum við stórum fetum, so alt bendi á, at her bleiv neyðugt við einum fimta setti. Men spakuliga kom TB afturíaftur og fekk stig fyri stig minkað um munin, og ímóti endanum gjørdist tað kortini javnt, 22-22.
SÍ svaraði aftur og fór framum aftur 23-22, men meðan høllin kókaði, satsaði TB tað allarsíðsta og fekk vunnið seinastu bóltarnar, og so var fyrsti ósigurin hjá SÍ hetta kappingarárið veruleiki. Hetta gevur TB góð kort á hondina til tey síðstu umførini, men samstundis er spurningurin, um nakað av hinum liðunum hevur somu styrki og kann gera nakað við SÍ, sum framvegis er oddalið.
Tað fáa vit so at síggja næstu vikurnar, tá síðsti triðingurin av Eik-liguni hjá kvinnum verður spældur. Um smáar tríggjar vikur hevur SÍ eina steypafinalu ímóti Drátti at hugsa um, meðan TB bara hevur eyguni eftir einum FM-finaluplássi. Og ikki kann sigast annað, enn at tað í løtuni sær sera gott út hjá tvørakvinnum.