Í mai 1997 setti Eilif Samuelsen, táverandi landstýrismaður, eina nevnd. Hon nevndist Útbúgvingarpolitikknevndin, ÚBPN. Málsetningurin var m.a. at royna at orða ein hóskandi útbúgvingar- og granskingarpolitikk. Vísa á hvørjar útbúgvingar dentur skal leggjast á framyvir. Lýsa sambandið millum útbúgving, vinnulív og gransking og vísa á framtíðar føroyska útbúgvingarskipan í formi, innihaldi og krøvum.
Nýggjur arbeiðssetningur kom í 1999. Saman við landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum, heitti Signar á Brúnni á nevndina um at arbeiða eftir nýggjum arbeiðssetningi og leggja upp fyri sjálvstýrisætlanini.
Burturúr arbeiðinum er sprottið rúgvusmikið álit, ið neyvt lýsir viðurskiftini og nevndin kemur við tilmælum.
Í kap. 7 verður tikið saman um og har verður verður í høvuðsheitum hetta lýst:
ÍTØKILIG STIG
Eftir stuttari tíð (upp til 3 ár):
Samstarvið millum pedagogar og lærarar um seinastu árini undan skúlaaldri og fyrstu árini í skúlanum.
Samskipa fólkaskúlar uttan framhaldsdeild við fólkaskúla, sum hevur framhaldsdeild.
Samskipa (trygt) skifti frá fólkaskúla til miðnámsskúla.
Fremja roynd við 10. flokki, sum ger leiðina frá fólkaskúla til miðnámsskúla lagaligari.
Seta skipan í verk, ið veitir skúlaleiðslunum í fólkaskúlanum betri umstøður at útinna námsfrøðiliga leiðslu.
Seta á stovn netverk, samstarv og námsfrøðiligt menningararbeiði í miðnámsskúlunum.
Góðskukervi og reglulig meting í undirvísingarverkinum.
Styrkja undirvísingina innan KT á universitetsstigi
Seta á stovn útbúgving innan bioteknologi.
Læraraskúlaútbúgvingin tillagast nýggju umstøðunum, møguliga samskipast við Fróðskaparsetur Føroya.
Seta í verk gransking innan námsfrøði, t.d. við ph.d. í námsfrøði.
Seta í verk eitt vitanarnet, ið bindur alt skúlaverkið saman um KT (íroknað Fróðskaparsetur Føroya).
Styrkja samfelagsvísindi á Fróðskaparsetri Føroya.
Savna hægri undirvísing og gransking á/undir Fróðskaparsetri Føroya í størst møguligan mun.
Endurskoða uppgávuøkið hjá granskingarráðnum við atliti at lítla granskingarumhvørvinum.
Seta á stovn altjóða skrivstovu.
Raðfesta granskingarnetverkið hjá smátjóðum hægri.
Menningarbólkur millum skúlaverkið, granskingarumhvørvið og vinnuna verður settur á stovn.
Lutfalsliga longri tíð (millum 3 til 6 ár)
Seta í verk royndirnar við 10. flokki sum bindilið ímillum fólkaskúla og miðnámsskúla.
Fremja tvørskurð av miðnámsútbúgvingunum við størri horisontalum samstarvi fyri eyga.
Útbyggja eftirmetingina við mátingum bæði innan- og uttanlands.
Fáa altjóðagerðina inn sum ein natúrligan lið í fólkaskúlanum og miðnámsútbúgvingunum.
Undirvísing og gransking innan KT á universitetsstigi Gransking og tøkni í samfelagnum.
Seta á stovn vitanardeplar
Fáa í lag avtalu við ES um útbúgvingar- og granskingarskipanir.
Keypa ávísar tænastur frá OECD
Av hesum tilmælum hava t.d. stovnsetan av vitanardeplum vakt ans, eins og partarnir um gransking og stovnsetan av hægri útbugvingum, eittnú innan læknayrki.