Tað er framvegis óvist, um TB verður at síggja í bestu ella næstbestu deildini komandi kappingarár. Men tað er nú vist, at Rógvi Joensen og Ivan Stojkovic spæla í felagnum komandi kappingarár, skrivar heimasíðan hjá TB.
TB vann um vikuskiftið ein týdningarmiklan sigur á NSÍ, og møgleikin fyri at yvirliva veksur í hvørjum. Ein av lyklaleikarunum í tí dystinum var 35 ára gamli málverjin Ivan Stojkovic, sum hevur spælt í TB síðani 2007.
Serbin hevur spælt allar minuttirnar fyri TB hetta kappingarárinum, sum eisini er hansara fyrsta í bestu deildini í Føroyum.
Eisini 19 ára gamli miðvallarin, Rógvi Joensen, heldur fram í TB komandi kappingarár. Hóast hann ungur enn, so hevur hann spælt ein stóran leiklut á TB í ár. Hann hevur verið við í 22 av teimum 25 dystinum í landskappingini higartil.
Mynd: Rógvi Joensen(t.h.) í nærdysti við NSÍ spælaran, Magnus Olsen(t.v.)