TB mælir til at halda fram við TB/FCS/Royn

TB hevur havt aðalfund og semja er um, at halda fram við samstarvinum

Tað er semja í elsta felagnum í Føroyum, TB, um at halda fram við samstarvinum við FC Suðuroy og Royn. Eitt samstarv, sum verið seinastu tvey árini. Nakað av órógvi hevur verið rundan um felagsliðið, men ein samd nevnd í TB er fyri, at arbeiða fyri at halda fram við samstarvinum, skrivar TB.fo.

 

Les eisini: Glenn mælir til samstarv

 

Á ársaðalfundurin hjá TB, tann 30. august, var einmælt tikið undir við, at framhaldi av samstarvinum við FC Suðuroy og Royn. Boð um avgerðina vórðu send samstarvsfeløgunum beinanvegin tá.

 

Á aðalfundinum bleiv nevndin skipað við Henriki Thomsen sum formanni, Sigvaldi Steinkross sum næstformanni og Bjarna Nygaard sum skrivara. Í starvsnevndina vóru valdir Henrik Thomsen, Bjarni Nygaard, Martin Bogi Einarsson, Jan Ole Farstad og Sigvald Steinkross.

 

Í fótbóltsdeildina vóru vald Hans Olaf Johannesen, Jóan Petur Olgarsson, Páll Nolsøe, Ronnie Midjord, Hallur í Heiðunum, Tórur Mortensen og Jón Tórur Holm.  Nevndin skipaði seg við Hans Olafi Johannesen sum formanni, Pálli Nolsøe sum næstformanni og Ronnie Midjord sum skrivara.