TB nærkast oddaliðunum

Fótbóltur, 2. deild: Tvørámenn vunnu 5-2 á HB í Havn

2. deild: HB-TB 2-5 (1-1)


TB flutti niður í 2. deild í fjør, og tað hevur verið náttúrligt at rokna teir sum ein av fremstu kandidatunum til uppflyting.

Tað byrjaði eisini væl hjá teimum. Teir vunnu tveir teir fyrstu dystirnar, og alt sá gott út.

Men so taptu teir tríggjar ferðir á rað innan eina viku. Fyrst vóru teir í Vágunum, har teir førdu 1-0 í hálvleikinum og síðani brendu eitt brotsspark. Tað blivu teir revsaðir fyri, og so vann FS Vágar. Og síðani taptu teir bæði í Klaksvík og í Runavík. Eftir at teir høvdu tapt móti næstbestu liðunum hjá bæði KÍ og NSÍ fóru nógv at ivast í, um TB yvirhøvur hevði nakað at gera í 1. deild.

Men eftir tað er tað gingið rætta vegin aftur, og leygardagin vunnu tvørámenn fyri triðju ferð upp í slag.

Teir vitjaðu HB í Gundadali vunnu 5-2. Men munurin í málum var størri enn munurin á liðunum.

HB byrjaði betur og hevði onkran kjans, sum átti at givið mál. Men tað var TB, sum kom á odda við brotssparkið, sum varð gjørt móti Óla Johannesen, og sum landsliðsmaðurin sjálvur setti í málið.

Havnarmenn vóru skjótir at svara aftur. Bólturin kom innfyri úr høgru, TB-málmaðurin kom á »millumhond«, og so slapp Rógvi Joensen at javna til 1-1.

Tað var so støðan í hálvleikinum, men TB legði seg aftur á odda tíðliga í seinna hálvleiki. Vinstri vongverjin hjá tvørámonnum, Tórður Mortensen, kom framvið. Uppspælið var í høgru og endaði við innleggi, sum Tórður setti í netið.

HB kom upp á 2-2 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Ingi Rasmussen vann ein bólt í høgru síðu, og tá bólturin kom fram, kundi Rógvi Joensen skjóta næsta málið hjá sær og HB.

Men dysturin var nóg illa byrjaður aftur, so skoraði TB til 3-2. Dan Mortensen hevði síðsta fótin á eftir kontraálop.

Óli Johannesen avgjørdi dystin, tá hann móti endanum skoraði til 4-2 eftir horna, og í yvirtíðini setti Hallur Christiansen við einum vøkrum máli punktum við at lyfta upp um HB-málverjan, eftir at Einar Petersen hevði spælt hann leysan.

Sostatt vann TB ein trivaligan sigur, tá avtornaði, og teir hava nú aftur fingið samband við toppin. Uppflytingin fer at standa millum TB, FS Vágar og LÍF. Leirvíkingar vunnu á FS Vágum, FS Vágar vann á TB, og TB vann á LÍF. Sostatt er her talan um trý jøvn lið, og tað verður ivaleyst sera spennandi at fylgja við, hvussu gongst í 2. deild.