Tvøroyrar Bóltfelag heitir nú á Fótbóltssambandið um at sleppa at spæla sínar heimadystir á Sevmýri í 2011. Tað er alneyðugt fyri felagið, vísir André Dalfoss, formaður, á.
- Tað er partur av okkara langtíðar ætlan, at vit sleppa at spæla á Sevmýri í ár. Tað er har, vit fáa okkara áskoðarainntøkur, sponsorpengar og annað. Fótbóltssambandið veit, at vit eru í holt við at byggja nýggjan vøll, og vit vóna, at teir skilja okkara støðu. Vit ætla at spæla eitt kappingarár afturat á Sevmýri, sigur André Dalfoss við Rás2.
Í farnu viku upplýsti Kringvarpið, at Sjálvsognarstovnurin 1892 hevur slept málinum, tí býráðið broytti byggiætlanina, og at nevndin legði frá sær. André Dalfoss leggur doyin á, at TB og Tvøroyrar kommuna draga eina línu, og at tað er ferð á málinum. Nýggj nevnd verður vald í næstum, og ætlanin er at byggja vøllin, har býráðið mælir til.
Vísir Fótbóltssambandið fyrispurninginum hjá TB aftur og sýtir fyri, at tvøramenn slepp at spæla sínar heimadystir á Sevmýri, fara André Dalfoss og nevndin í TB at samráðast við hvalbingar at spæla sínar heimadystir har.
Karl Vidfeldt, formaður í kappingarnevndini hjá FSF, sigur í viðtalu við Suðuroyarportalin, at málið er beint í starvsnevndini. Hann veit ikki at siga, nær Fótbóltssambandið gevur TB endaligt svar, um tvøramenn sleppa at spæla heimadystirnar á Sevmýri.