TB sendi hálvhjartaðar fuglfirðingar í gólvið

Fótbóltur: Botnliðið lá undir og var illa fyri, men teir stríddu seg afturíaftur og vunnu

Tvørámenn fegnaðust sum um teir høvdu vunnið FM, og fuglfirðingarnir hingu við høvdinum, tá Bergur Magnussen hevði bríkslað fyri síðstu ferð í Fuglafirði.

Og báðar reaktiónirnar vóru væl skiljandi. Teir í Fuglafirði høvdu tikið fyrireikingarnar í tí álvara, sum skal til, tá tað stendur illa til.Teir høvdu verið saman leygarkvøldið, og teir høvdu givið hvørjum øðrum hondina uppá, at tað skuldi stríðast.

Men á vøllinum sást lítið til hugburðin, sum teir so fegnir vildu vísa. Teir á heimaliðnum fluttu seg lítið fyri hvørjum øðrum, sendingarnar vóru óneyvar, og teir vóru sera lítið sannførandi, tá teir fóru í nærdystirnar.

Tvørámenn vóru óhepnir, tá miðvallarin Tórður Holm í fyrsta minutti rakti í stólpan, og mótgongdin var stór, tá Pól F. Joensen, sum hevur verið smáskaddur, noyddist at taka seg úr stríðnum, tá fyrra umfarið var minni enn hálvleikt.

ÍF vildi fegið leggja trýst á frammarlaga á vøllinum, soleiðis sum teir gjørdu, tá teir vunnu stórt á Sumba. Teir høvdu í útgangsstøðuni tríggjar menn á toppinum, og tað komu onkrir hálvir møguleikar burturúr. Næst við at skora í 1. hálvleiki vóru teir, tá Áslakur R. Petersen eftir horna sendi móti málinum og Rolf Christiansen fekk sligið á tvørtræið, og tá TB málverjin sera hegnisliga megnaði at sláa dúkkandi fluktskot frá Egili Zachariasen á tvørtræið.


Málini

Í seinna umfarinum noyddist TB at flyta sítt spæl longri fram á vøllin, tí tað var neyðugt hjá teimum at vinna.

Tí var tað sum at fáa pøs av køldum vatni í andlitið, tá Bárður á Lakjuni, sum hesa ferð hevði útgangsstøðu í álopinum, legði heimaliðið framum. Uppspælinum stóð Mariniak fyri. Hann hevði roynt móti málinum, og fekk bóltin aftur og legi tvørturum, eftir at Rolf Christiansen hevði hálvbjargað.

So stóð illa til hjá TB, men hvørki teir ella Egil Steintórsson á síðulinjuni vildu gevast. Einar Petersen var vongverji í høgru. Hann var serstakliga illa ansaður, og tað gjørdu hann og TB sælr dælt av tvær ferðir.

Fyrra ferðin var, tá tað restaðu 20 minuttir. Vagnur Nolsøe, sum saman við Dan Mortensen var hangandi miðvallari, fekk tveir verjumenn við sær út í borði, og so var frítt hjá vongverjanum at fara sjálvur og prika framvið Erlingi Joensen.

Og bara sjey minuttir seinni endurtók søgan seg. Einar Petersen spældi eitt tvey samanspæl við Sasha, sum til stóra gleði fyri TB vildi halda fram at spæla, hóast landsmaður hansara var hildin uppat sum venjari.

Einar Petersen sneiddi Torkil Hansen, sum var aftastur í verjuni til Piotr kom inn av, og so var aftur mál.

Fuglfirðingar royndu at koma afturíaftur, men tá høvdu gestirnir, sum síðstu fimm minuttirnar høvdu 16 ára gamla Teitur Rasmussen á miðvøllinum, fingið blóð á tonna og sinniliga yvirskotið, sum gjørdi tað ikki so torført hjá teimum at stríðast og halda tætt, og so frøddist teir.

Men sigurin kostaði. Óli Johannesen, sum var ein knassi á aftasta manni, fekk gult kort, og so verður hann leikbannaður næstu ferð. Men tað hugsaðu teir í TB ikki so nógv um sunnudagin.

Fuglfirðingar hava fingið nógv at hugsa um, millum annað hugburðin, sum ikki var nóg góður. Kanska vóru teir darvaðir av nervum. Tað verður ikki lættari, tá teir um fjúrtan dagar skulu royna seg í Runavík.