TB takkaði fyri seinast

NSÍ megnaði ikki at endurtaka úrslitið frá sunnudegnum, tá ið sera væl upplagdi Albert Adu í yvirtíðini skoraði 2-1 sigursmálið hjá TB

Hóast tað er bítandi kalt, so er hitin nógvur og lagið gott í TB leguni í kvøld. Eftir at tað fleiri ferðir í síðstu løtu er koppað ímóti TB, tá ið tað hevur riðið um snarið, so gekk tað øðrvísi í kvøld.

TB hevði vitjan av NSÍ, sum sunnudagin vann steypadyst 2-1 við Stórá í Trongisvági. Í kvøld var øðrvísi, tí TB vann 2-1 og takkaði harvið fyri seinast við at vinna við somu tølum, sum NSÍ vann sunnudagin.

 

Merkisvert var tað, at fleiri sera evnaríkir, men óroyndir unglingar vóru á NSÍ liðnum. Umframt Petur Knudsen, sum hevur verið fastur maður higartil í ár, vóru beiggi hansara Aron, Jann Benjaminsen og Mórits Heini Mortensen og málverjin Karsten Hansen á liðnum, har einki sást til eitt nú Pól Jóhannus Justinussen.

 

Leingi kendist tað sum um, at tað fór at enda málleyst. Spælararnir tóktust troyttir eftir at hava spælt fleiri týdningarmiklar dystir síðstu vikurnar, og harvið var tað langt millum álopini við tyngd og broddi í.

Síðstu løtuna kom eldur í. Innskifti Teitur Justinussen spældi Salmund Bech leysan eitt sindur í høgru, og miðvallarin smekkaði bóltin flatt í handara síðunetið og skoraði harvið sítt fyrsta mál fyri TB

 

Fagnaðurin hevði ikki lagt seg millum áskoðararnar, tá ið dómarin bríkslaði fyri brotssparki til NSÍ, eftir at miðverjin Jens Joensen var farin um koll í TB brotsteiginum. Árni Frederiksberg var tryggur úr ellivu metrum, og so var líka vítt sum sítt.

 

Eyðsýndasti spælarin av øllum var Albert Adu, sum í útgangsstøði var framrættaður i høgru hjá TB, men sum í seinna hálvleiki reikaði rættiliga nógv. Tveir minuttir undan leikloki og eftir at vinstri vongverjin Ragnar Joensen hevði sent bóltin til hann, sneiddi Adu seg leysan í vinstru, og komin dygst inn móti málverjanum setti hann bóltin framvið NSÍ málverjanum Karsten Hansen, sum í dag var á besta NSÍ liðnum fyri fyrstu ferð.

 

Hetta er fyrsta ferðin í ár, at TB hevur skorað tvey mál í einum landskappingardysti. Sigurin ber við sær, at TB hevur átta stig og harvið sama stigatal sum ÍF, sum í annaðkvøld fer at spæla á Toftum. Harvið eru fýra stig aftur til niðurflytingarstrikuna.

 

Hjá NSÍ ber úrslitið við sær, at tað eru fimm stig fram til toppliðið HB, trý til Víking og tvey til B36, áðrenn hesi liðini fara at spæla í annaðkvøld. B36 og HB hittast í Gundadali, og Víkingur fær vitjan av KÍ, sum er eitt stig aftanfyri NSÍ.

 

TB-NSÍ 2-1 (0-0)

1-0: Salmundur Bech 83.

1-1: Árni Frederiksberg br 86.

2-1: Albert Adu 88.

Dómari: Rúni Gaardbo

TB: Joslain Mayebi – Carl M. Bech (Absalon Eliasen, 58.), Árni Rúnar Ӧrvarsson, Ragnar Joensen – Heini M. Mortensen, Salmundur Bech, Ndende Adama Guéye – Albert Adu, Hervé Din Din (Teitur Justinussen, 80.), Eirikur Ellendersen (Kofi Appiah, 63.)

Gult kort: Ragnar Joensen, Albert Adu, Salmundur Bech, Joslain Mayebi

NSÍ: Karsten Hansen – Jákup Andrias Gaarbo, Per Langgaard, Jens Joensen – Jóhan Jacobsen, Mórits Heini Mortensen (Hans Marius Davidsen, 80.), Petur Knudsen, Aron Knudsen (Andri Benjaminsen, 84.) – Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Jann Benjaminsen (Magnus H. Olsen, 71.)

Gult kort: Jákup Andrias Gaardbo