Útbjóðingar á SL

SL fara við hesari viðmerking at geva eitt ískoytið til eina konstruktiva umrøðu av útbjóðingum á SL

Inngangur

Tað er seinastu tíðina gjørdar nakrar politiskar viðmerkingar til arbeiðið at skifta út motorarnar á Ternuni. Sambært teimum viðmerkingum, sum gjørdar eru, fær ein tað fatan, at SL ikki bjóða út umvælingararbeiðir og onki verður sagt um tær nógvu ferðir umvælingararbeiðir verða boðin út og hvat er hent í fleiri av málunum.

Tað er altíð óheppið at niðurstøður verða gjørdar útfrá einstøkum málum og tí fer leiðslan á SL at royna við hesari viðmerking at geva eina meira avvigaða mynd av, hvussu farið verður fram í sambandi við útbjóðingar.

Evnið eigur eisini at hava almennan áhuga og er viðkomandi fyri almennar stovnar og tí verður roynt at gera hesar viðmerkingar upplýsandi.

Galdandi mannagongd

SL hava tann 9. juni 1998 latið gera eitt løgfrøðisligt upprit um útbjóðing í sambandi við skipabygging. Brot úr hesum uppriti kunnu hóskandi brúkast í sambandi við útbjóðingar innan fyri tað almenna í sambandi við ymisk arbeiðir, innkeyp o.a.

Alment kann sigast, at fyri almennar stovnar eru galdandi vanligar reglur um at halda »góðan umsitingarsið«. Hetta er fyri ein part niðurfelt í løgtingslógum, herundir serliga møguliga lóg fyri avvarðandi almenna stovnin og løgtingslóg um fyrisiting, fyri ein part óskrivaðar reglur.

Haraftrat skulu teir sjálvandi halda fíggjarkarmin, sum ásett í galdandi fíggjarlóg.

Viðvíkjandi teimum óskrivaðu reglunum kann ikki sigast nakað eintýðigt um hvat er galdandi, men nevnast kunnu t.d. reglur um at tað almenna í síni umsiting skal miðja eftir at sleppa undan, at virðir fara fyri skeyti (»værdispildsbetragtninger«), at allir borgarar skulu viðfarast so vítt møguligt eins (»lighedsbetragtninger«) og annars, at borgarnir skulu viðfarast við »hensyn og velvilje«.

Eisini má tað vera ein skylda hjá almennum myndugleikum í síni umsiting (innan fyri lógarinnar karmar) at verja landskassans áhugamál.

Strandferðslan má tí eisini hava atlit fyri at fáa skip bygd, keypa inn og umvæla so bíliga sum gjørligt, og um hetta best verður gjørt við at bjóða út, má tað áliggja ein ávís skylda hjá Strandferðsluni til at gera hetta. Skyldan er tó ikki absolutt, og kunnu onnur atlit, t.d. til at arbeiðið verður gjørt í Føroyum, grundgeva, at tikið verður ikki av einum bíligari útlendskum tilboði.

Útbjóðingar eru annars reguleraðar av løgtingslóg um útbjóðing v.m. (løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984), sum er galdandi fyri bæði privat og almennar stovnar. Lógin er tó ikki galdandi fyri bygging av skipum, jvb. § 1, har skipabygging er greitt undantikin frá lógini. Strandferðslan er sostatt ikki við eini útbjóðing av bygging av einum nýggjum strandfaraskipi bundin av ásetingunum í lógini.

SL halda seg til hesar meginreglur og tað er bara í heilt serligum førum, at stovnurin víkur frá hesum meginreglum, men í staðin brúkar aðrar búskaparliga forsvarligar mannagongdir.

Útskiftingin

av motorununm

á Ternuni

Upprunaliga var ætlanin, at Ternan skuldi skifta motorarnar út í mai mánað í ár. Hetta kundi ikki lata seg gera, av tí, at játtanin var skerd og tí mátti Ternan verða til at taka um Leirvíksfjørð, tí Smyril skuldi í dokk og møguliga skuldi Dúgvan setast í sigling á Suðuroyarleiðini. SL mátti nevnliga útseta motorskifti vegna vantandi játtan, men nú hastaði tað.

Leiðslan hevur í hesum konkreta føri mett tað verða av alstórum týdningi at útskiftingin av motorunum varð gjørd í einum tíðarskeiði, har ferðslan varð minst møguligt tarnað. Annars er kriterii fyri at velja skipasmiðju:


? Kostnaður

? Royndir

? Skjótleiki

? Góðska í arbeiðinum


Við hesum útgangsstøði varð kannað, hvør í heila takið kundi gera hetta arbeiðið. Talan er um eitt rímuliga stórt arbeiði, sum krevur nógva orku og fasilitetir at loysa uppgávuna. Hesir møguleikarnir vóru kannaðir:


? Vágs Skipasmiðja

? Sleipistøð í Klaksvík

? Skipasmiðjan á Skála

? Tórshavnar Skipasmiðja


Vágs Skipasmiðja kundi ikki átaka sær uppgávuna við tað, at gamla Ternan var til eftirlit á Vágs Skipasmiðju. Í Klaksvík er ikki gjørligt at taka Ternuna uppá sleipistøð. Á Skála hevði skipasmiðjan ov nógv at gera um hetta mundi. Tann einasti tryggi møguleikin fyri at gera arbeiðið júst hetta tíðspunkt og skjótast gjørligt, vísti seg at verða á Tórshavnar Skipasmiðju. Í hesum sambandi gav Tórshavnar

Skipasmiðja eina kostnaðarmeting, áðrenn farið var undir arbeiðið.

Møguleikin at fremja umvælingar uttanlanda varð eisini umrøddur, men mett varð, at tað kom at gerast kostnaðarmiklari við nógvari sigling, eftirliti o.a. Talan er um eitt umvælingararbeiði, sum er av einari slíkari upphædd, at tað ikki kann loysa seg búskaparliga at fara av landinum.

Tað er víst á, at tað ikki er rætt, at neyðugt varð, at ferjan skuldi takast upp á sleipistøð, men hetta varð neyðugt fyri at seta nýggjar botnventilar í. Hetta varð gjørt í tíðarskeiðnum leygardagin tann 04/11, kl. 10:00 og til mánamorgunin tann 6/11, kl. 07:00.

Altíð tá slík arbeiðir verða gjørd og eisini í hesum føri, eru fólk frá SL á staðnum alla tíðina og hava eftirlit við arbeiðinum. Tá so rokningin kemur frá skipasmiðjuni verður hetta gjøgnumgingið væl og virðiliga og um neyðugt verður farið inn at umrøða innihaldið í arbeiðinum samanborið við rokningina.

Higartil royndir

av útbjóðing

Tað eru sera ymisk, hvussu tað hevur roynst at bjóða út størri umvælingararbeiðir av ferjum og skipum.

Í 1998 vórðu innheintað tilboð uppá umvæling av Másanum og tikið varð av tí lægsta boðnum uppá umleið 300 tús. kr. Tá skipið kom aftur av sleipistøðini fekk SL eina rokning uppá 1,2 mió. kr. Frágreiðingin uppá hetta er, at tað er ógjørligt at gera eina kostnaðarmeting og geva bindandi tilboð uppá størri umvælingararbeiðir og serliga, tá talan er um eldri skip.

Tað sum hetta dømið m.a. vísir er, at tað í fleiri førum verða send alt ov lág tilboð, fyri at fáa arbeiði. Ella er tað heilt einfalt ikki gjørligt at geva eitt tilboð uttan at nærum alt verður tikið sundur í sambandi við eitt ávíst arbeiðið, soleiðis at tað týðuliga sæst hvat tað er givið verður tilboð uppá. SL hava fingið upplýst frá ráðgevum uttanlanda, at tað er sera vanligt, at skipasmiðjur ikki ynskja at geva bindandi tilboð uppá størri arbeiðir og serliga ikki, um so er, at talan er um eldri ferjur/skip.

Í vár varð ætlanin at bjóða út stóra arbeiðið at umvæla Smyril í útlandinum, men hetta kundi ikki lata seg gera, av tí, at løgtingið valdi at skjera játtanina við einari lutfalsliga stórari upphædd uppá 7,5 mió. kr.

Harafturat kann nevnast, at SL slapp ikki fyri politisku myndugleikunum at bjóða út Sandoyarferjuna, við tí endamáli at tryggja sær, at bygt verður, har tað er bíligast og best.

Leiðslan hevur eisini havt umvælingina av Dúgvuni til nærri viðgerðar. Um so var, at SL valdi at bjóða arbeiðið út, hevði tað tikið munandi longri tíð, men spurningurin er relevantur kortini. Trupulleikin í hesum føri var m.a., at Dúgvan onga aðrastaðnis í Føroyum kundi takast upp á henda hátt.

Marknaðar-

effektivitetur

Á fleiri vinnuøkjum í Føroyum er marknaðareffektiviteturin vánaligur. Hetta kemst av, at ov fá feløg o.a. eru um at veita tilboð uppá arbeiðir ella tænastur.

Í fleiri førum er ónøgdin eisini grundað á, at SL er ein almennur stovnur, og tí skulu arbeiðir fyri tað fyrsta gerast í Føroyum (samfelagsbúskarplig atlit) og harnæst skal stovnurin royna at býta út arbeiðir útfrá tí, at øll skulu hava møguleikar fyri at gera arbeiðir og fáa inntøkur, hetta ofta uttan mun til um tað kostar meira, tekur longri tíð ella góðskan í arbeiðinum er á einum lágum støði.

Leiðslan á SL vónar, at hesar viðmerkingar, kunnu verða eitt ískoyti til eina konstruktiva umrøðu av útbjóðingum á SL og innan tað almenna annars.


Heilsan

Strandfaraskip Landsins

Reidar Nónfjall,

stjóri

Magnus Magnussen, tekniskur leiðari