Útbjóðingin afturkallað

Ymisk ivasom viðurskifti viðvíkjandi koyringini hjá Bygdaleiðum í Suðuroy hava gjørt, at Strandfaraskip Landsins hava kallað útbjóðingina aftur

 


Samferðsla


Koyringin hjá Bygdaleiðum í Suðuroy skal bjóðast út av nýggjum. Strandfaraskip Landsins hava gjørt av, at taka útbjóðingina aftur og hava tikið upp samráðingar við verandi busførarar um at halda fram við koyringini sum higartil. Tað vilja bussførararnir ikki. Teir krevja ávísar ábøtur fyri at halda fram.

Støðan hjá Bygdaleiðum í Suðuroy er so ógreið, at neyðugt verður at taka alla koyringina upp til nýggja viðgerð og bjóða út heilt av nýggjum, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari á Strandfaraskipum Landsins.

Tað kemst millum annað av, at tímatalið, sum givið varð upp í upprunaliga útbjóðingartilfarinum, heldur ikki. Ógreiða er eisini um ferðaætlanina, eins og ógreiða er um skúlabarnakoyringina, sigur hann í brævi, sum sent er teimum, ið hava boðið upp á koyringina í Suðuroy.


Krevja ábøtur

Ein teirra, sum í dag koyrir buss í Suðuroy, er Poul Johannes Poulsen í Sumba. Hann sigur við Sosialin, at teir, sum nú hava koyringina, vórðu boðsendir á fund við Strandferðsluna sunnudagin. Fundurin varð hildin umborð á Smyrli, sum lá á Drelnesi. Har fingu teir at vita, at útbjóðingin varð afturtikin, eins og teir vóðru bidnir um at halda fram at koyra undir verandi treytum.

Strandferðslan ynskti, at teir longdu verandi avtalur við 10 mánaðum. Men tað er púra greitt, at tað kunnu teir ikki ganga við til, sigur Poul Johannes Poulsen.

?Vit tosa ikki um nakað, sum er styttri enn í hvussu er eitt ár, sigur hann. Eisini er okkurt annað, teir vilja hava bøtt um, áðrenn teir gera nakra nýggja avtalu um koyringina, sigur hann.

Tá vit tosaðu við Poul Johannes Poulsen, áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár, segði hann, at mánadagurin væntandi fór at verða avgerandi fyri, hvat hendi.

?Nú hava vit givið tol so mikið leingi, at vit klára saktans ein dag ella tveir afturat, tók hann til.


Riggað av

Men tað verður ikki bara sum at siga tað at koma aftur um aftur nú, heldur Poul Johannes Poulsen.

Væl hava teir í sáttmála tryggjað sær, at teir sleppa av við bussarnar, um teir ikki sleppa at halda fram við koyringini.

Eitt annað er, at teir nú, bara einar 14 dagar áðrenn verandi avtalur ganga út, skulu fara at finna nýtt fólk at koyra.

?Tí støðan er tann, at fleiri hava longu riggað av. Tað ger støðuna heldur trupla, at hjálparfólk, vit hava havt, longu hava fingið sær annað arbeiði eftir nýggjár. So tað kann standast onkur smávegis trupulleiki av at finna nýtt fólk soleiðis í eini handavending, sigur hann.


Svara skjótt

Poul Johannes Poulsen sigur, at tá teir fáa eitt útspæl frá Strandferðsluni, fara teir at svara beinanveg. Tað skal ikki taka meira einn einar tveir tíma,r heldur hann, tí teir vita púra greitt, hvat teir vilja hava.

Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari, væntaði í gjár, at uppleggið frá Strandferðsluni kom annaðhvørt í gjár ella í dag.

Eitt annað mál er, sigur Poul Johannes Poulsen, bussførari, at teir, sum fáa koyringina, skulu eisini fáa sær nýggjar bussar.

Í upprunaliga útbjóðingartilfarinum stendur, at bussarnir mugu í mesta lagi vera 10 ára gamlir. Hesar treytir lúka bara tveir busar í Suðuroy, sum eru ávikavist tvey og fýra ára gamlir. Hinir liggja um 14-16 ár, sigur hann.

Og tað er ikki bara sum at siga tað at fáa ein buss. Byggitíðin er einar sjey mánaðar, umframt at bíðitíð helst er at sleppa fram at at byggja.


Tilboðini

Tilboðini, sum komu inn upp á koyringina í Suðuroy, vóru trý í tali. Tað lægsta var upp á 4.950.000,- krónur. Tað mittasta upp á 5.879.751,- krónur, og tað hægsta upp á 8,244.043,80 krónur.

Nú so stórar broytingar eru komnar í orsakað av millum øðrum tímatali og skúlabarnakoyring, kann væntast, at tey nýggju tilboðini, sum fara at koma, verða væl hægri.

Samráðst hevur verið við tað felagið, sum hevði lægsta tilboðið. Men tær samráðingarnar eru nú hildnar uppat, sum vera man.

Tann, sum hevði lægsta tilboðið, tá boðið varð út, var felagið S.P. Leiðir við Mikkjali Paula Johansen í Trongisvági.

Hann hevur onga viðmerking til, um hann møguliga fer at leggja nakað endurgjaldskrav ella annað krav móti Strandferðsluni, eftir at hava havt samráðingar um koyringina, sum nú kortini ikki verður til nakað.