Team Klaksvík skakaði H71

Men tað rakk ikki til stig.

Triði dysturin í FTZ-deildini í kvøld varð spældur í Badmintonhøllini í Klaksvík, har Team Klaksvík og H71 hittust. 

 

Talan var um tvey lið, sum absolutt onki høvdu at spæla fyri, um hugt verður eftir sjálvari stigatalvuni. H71 hevur tryggjað sær finalupláss og fremsta plássið í landskappingini, meðan Team Klaksvík hevur 0 stig og endar aftast í 2015/2016 útgávuni av FTZ-deildini.

 

Men hóast 35 stig vóru á muni ímillum liðini undan dystinum, so var tað ikki til at síggja á vøllinum í fyrra hálvleiki. Eftir 20 minuttir vóru tað nevniliga klaksvíkingarnir, ið vóru á odda 10-7. Hoyvíkingarnir megnaðu tó at fóta sær somikið, at hálvleiksstøðan gjørdist 13-13. 

 

Í seinna hálvleiki var søgan tó ein onnur, tí at tá vísti H71 hvar skápið skal standa. At enda vann H71 29-23.

 

Støðan í FTZ-deildini er hendan:

 

1. H71 - 37 stig

2. VÍF - 28 stig

3. KÍF - 26 stig

4. Kyndil - 25 stig

5. StíF - 20 stig

6. Neistin - 14 stig

7. Team Klaksvík - 0 stig

 

H71, VÍF og Kyndil hava spælt 22 dystir, meðan hini fýra liðini hava spælt 21 dystir.