FJØLMIÐLAR. Stovnarin av CNN, sum var fyrsta veruliga tíðindarásin í heiminum, hevur hug at selja síni partabrøv í fyritøkuni AOL-Time Warner og ístaðin keypa sjónvarpsstøðina NBS.
Hetta sigur ein av stjórunum í CNN í eini nýggjari bók, sum New York Times endurgav brot úr í vikuni.
Ted Turner, sum høvdingin í CNN eitur, hevur greitt leiðsluni í CNN frá síni ætlan.
Ein talsmaður fyri Ted Turner sigur við blaðið, at tað er einki nýtt í tí, at Ted Turner hevur hug at keypa sær eina sjónvarpsstøð, men at tað er burturvið at siga, at hann sjálvur fer at keypa eina líka, eftir at AOL og Time Warner løgdu saman.