TeenStreet í ár skuldi eftir ætlan vera í Oldenburg í Týsklandi 1.-8. august. Á leguni plaga um 3-4000 luttakarar úr øllum Evropa at vera við.
Við støði í boðunum, sum týska stjórnin kunngjørdi mikudagin 15. apríl 2020, kann legan í Oldenburg ikki vera frá 1. til 8. august. Sjálvt um tað ikki eru neyv tøl fyri, hvussu nógv kunnu samlast, so hevur týska stjórnin sett forboð fyri, at størri mongdir kunnu samlast fyri 31. august.
Við 3.500 luttakarum má TeenStreet koma undir eina størri mongd.
Men hóast TeenStreet 2020 ikki kann vera í Oldenburg, so er legan ikki avlýst.
Leiðslan fyri TeenStreet kom í gjár við hesum boðum:
- TeenStreet 2020 verður og meira spennandi enn áðrenn! Saman við einum nógv størri altjóða samfelagi og á alnótini alt árið! TeenStreet 2020 fer at sambinda teg bæði við Jesus og onnur, sum fylgjast við Jesusi frá øllum heiminum og frá Føroyum. Vit arbeiða enn við smálutunum og kunnu ikki avdúka nógv enn, men vit lova, at í summar – líka sum hvørt ár – so verður tú kveikt/ur og eggjað/ur í tínum sambandi við Jesus. Vit gleða okkum at “síggja” teg á TeenStreet 2020, skrivar leiðslan fyri TeenStreet í fráboðan.
Kunnað verður nærri á Facebook, Instagram og heimasíðuni komandi tíðina.
Til seinast í kunningini sigur leiðslan fyri TeenStreet soleiðis:
- Halt teg frískan og halt frástøðu, men halt teg tætt hjá Jesusi!