So hendir tað aftur, at løgmaður og fólktingslimirnir fara niður á Fólkatingið, í staðin fyri at taka lut í viðgerðini av fíggjarógaruppskotinum, sum verður í tinginum mikudagin.
Í fjør var tað Edmund Joensen, løgmaður, sum ikki var hjástaddur í tinginum, av tí at hann var í Danmark, tá Fólkatingið varð sett.
Spurdur hví tingið hevur sett viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum, júst sum fólkatingslimir og løgmaður eru burturstaddir, sigur Finnbogi Ísakson, tingformaður, at tað er vanligt at fíggjarlógaruppskotið og løgmansrøðan liggja frammi í eina viku, áðrenn viðgerðin byrjar. Tað er mikudagin.
Ikki vanligt at taka fólktingið fram um
Tað er ikki vanligt at tingið tekur fólkatingið fram um okkara egnu viðurskifti. Tingmenn eru fyrst og fremst valdir í tingið, og um teir halda tað verða neyðugt at fara í Fólkatingið, eiga teir at fáa eykamannin inn fyri seg, sigur Finnbogi Ískason.
Tingformaðurin dugir heldur ikki at skilja, hví løgmaður skal verða hjástaddur tá Fólktingið verður sett, og sum sagt, tað tekur tingið ikki hædd fyri, og tað gjørdi Jógvan I. Olsen heldur ikki, tá hann var tingformaður.
Finnbogi Ísakson var eisini boðin at koma til Danmarkar henda dagin, men hann sendi avboð.
Ein landsstýrismaður, sum eigur stóran part á fíggjarlógini, er burtur í 14 dagar. Tað er Signar á Brúnni, landsstýrismaður í mentamálum. Hann er á ráðstevnu í Skotlandi, og kemur ikki aftir fyrr enn 14. oktober.
Tll hetta svarar tingformaðurin, at Signar á Brúnni er landsstýrismaður. Fyri hann kunnu Karsten Hansen og Høgni Hoydal svara, um tað gerst neyðugt.
Vit fingu eisini fatur í teimum trimum Anfinn Kallsberg, Jóannes Eidesgaard og Óla Breckmann á flogvøllinum, áðrenn teir sessaðust í flogfarið til Danmarkar.
Fyri at sýna kurteisi
Anfinn Kallsberg: Eg fari niður at verða hjástaddur tá Fólkatingið verður sett týsdagin, og komi væntandi aftur mikudagin.
Er tað so umráðandi hjá tær at verða hjástaddur í Fólkatinginum, tá fíggjarlógin er fyri í tinginum?
Eg fari niður at vera saman við teimum politikararunum, sum vit gjørdu avtalu við í Danmark í summar.
Harnæst er tað siður at tingformaðurin og løgmaður eru hjástaddir, tá Fólkatingið verður sett. Tað er eisini fyri at sýna fólkatinginum kurteisi, sigur løgmaður, sum ikki heldur tað vera neyðugt at gera so nógv burturúr.
Fíggjarlógarviðgerðin er ikki liðug eftir einum degi.Tað verða hópin av møguleikum at verða við í hesum arbeiði, sigur løgmaður.
Óli ferðast millum londini
Óli Breckmann hevur áralangar royndir at ferðast millum Løgtingið og Fólkatingið. Hann sigur við Sosialin, at hann kemur aftur týskvøldið og er í tinginum mikudagin, men fer møguliga avstað aftur hósdagin. Tað hevur hann eisini gjørt áður, og tað hevur riggað væl.
Eykamaður inn
fyri Jóannes
Jóannes Eidesgaard hevur fingið farloyvi í 10 dagar, og fyri hann tekur Mikkjal Sørensen sæti á tingi.
Tað er harmiligt at tingformaðurin ikki tekur hædd fyri hesum. Hann ætlaði eisini, at uppskotið um fullveldi skuldi fáa 2. viðgerð týsdagin, sama dag sum Fólkatingið verður sett, men tað fingu vit broytt, og uppskotið fekk viðgerð seinasta fríggjadag, sigur Jóannes Eidesgaard, í telefonini á flogvøllinum.